Skal eg duga nakað serligt?

Ung í Føroyum er fyri øll ung., sum eru listarliga áhugaði, bæði

  • til tín, sum hevur nógvar royndir,
  • til tín, sum akkurát er byrjaður ella ikki hevur fingist við nakað ávíst so leingi, ella
  • til tín, sum bara hevur hug at fara í gongd við nakað listarligt.

Tú kanst royna nýggjar leiðir og mennast innan títt egna listaøki, men tað ber eisini til at royna okkurt annað enn tað, tú fæst við til dagligt (t.d. teknaði Eivør Pálsdóttir í 2001 seg til verksmiðju í sjónleiki og sendi myndir inn til listaframsýningina).

Tað ber eisini til at vísa eitt fríggjakvøldið og so vera við í eini verksmiðju í eini aðrari listagrein (tú kanst spæla í rokkorkestri á pallinum og síðani velja myndlistaverksmiðju ella vísa tína egnu mótakollektión á pallinum og kortini tekna teg til sjónleikaverksmiðjuna).