Hvat er Ung í Føroyum?

Ung í Føroyum er ein ungdómslistastevna fyri øll ung í Føroyum millum 13 og 19 ár.

Her sleppur tú at vísa tíni egnu avrik fram fyri øðrum ungum, at vera við á listaverksmiðjum og framføra fyri almeninginum í Norðurlandahúsinum.

Ung í Føroyum er har tit ungu siga, hvat ungdómsmentan er!!