Verksmiðjur? Hvat er tað?

Á verksmiðjunum, sum eru í skiftandi listagreinum (hygg at verksmiðjuyvirlitinum) sleppur tú saman við øðrum ungum at arbeiða saman við einum royndum yrkislistafólkið við júst tí, tú hevur mest áhuga í.

Tit byrja longu fyrsta kvøldið eftir framførslurnar, og halda síðani fram allan leygardagin og fyrrapartin sunnudag.