![]() ![]() ![]() ![]() ![]() Er tað ein kapping? Nei! Tað er ein møguleiki at vísa fram, royna nýtt, menna, hvat tú dugir og arbeiða saman við øðrum listarliga áhugaðum og virknum í tínum aldri. Og tað er ein møguleiki at vísa umheiminum, hvat ung list er í dag, hvat tú heldur er spennandi og viðkomandi. Ung í Føroyum er ein týðandi sýnisgluggi fyri føroyska ungdómslist. Tað er hent og kann henda aftur, at onkur sær eina spennandi sýning ella eitt spennandi listaverk og vil nýta tað – t.d. hevur Føroya Banki havt ferðandi listaframsýningar við verkum frá stevnunum, og okkurt av tí, sum hevur verið framleitt á stevnuni, hevur verið sýnt í øðrum høpum. Eisini hava luttakarar verið bodnir at taka lut í líknandi norðurlendskum tiltøkum. Men hetta verður avtalað beinleiðis við tykkum, um tað verður aktuelt. Av tí, at Norðurlandahúsið fyllir 25 ár í ár, er hugsandi, at góð ungdómslist verður umbiðin í samband við onnur tiltøk. |