![]() ![]() ![]() ![]() ![]()
Skal eg hava eitthvørt at vísa fram?
Tað er ikki eitt krav – men sum luttakari í Ungum í Føroyum fært tú møguleika at vísa tað tú dugir best á eini innanhýsis sýning og myndlistaframsýning Norðurlandahúsinum undir professionellum umstøðum, tað kann vera ein dansur, ein sjónleikur, eitt lag, eitt myndlistaverk, ein filmur ella alt møguligt annað listarligt. Einasta krav er, at tað skal bera til at seta upp og rigga av uppá fáar minuttir, og ikki vera longri enn 7 minuttir ella størri enn ein fermetur. MEN tað ber til at gera undantøk, um tú setir teg í samband við okkum í góðari tíð. Allar verksmiðjur arbeiða fram ímóti at hava nakað at vísa fram sunnudagin, tá Ung í Føroyum endar, men hetta er nýskapt á stevnuni undir leiðslu av royndum listafólkum. Les eisini á Vís teg! |