Kunnu vit tekna okkum fleiri saman?

Ja, tit kunnu væl vera fleiri, sum tekna tykkum saman til UíF, men tit skulu fyll út hvør sítt tegningarskjal kortini!

Tit kunnu framføra sjónleik, tónleik og annað saman í bólki, men tit kunnu ikki rokna við øll at sleppa í somu verksmiðju, tað er avmarkað pláss í hvørjari verksmiðju. Men í fríløtum og um kvøldarnar kunnu tit vera saman við hvørjum tit hava hug.

Tað ber eisini til, at vísa fram fríggjakvøldið saman við vinfólkum, sum ikki tekna seg til stevnuna. Bara ein tykkara er teknaður, so kunnu tit øll vera við til framførsluna. Sjálvandi er tað so bara tann sum hevur tekna seg, sum er við til restina av stevnuni. Tað kann t.d. vera, tá tit eru fleiri vinfólk, sum hava gjørt ein tónleikabólk ella sjónleik, og øll ikki hava stundir/hug at vera á stevnuni.