21. november 2007
Verksmiðjuleiðarar settir
Nú er skjótt greitt hvørjar allar verksmiðjurnar á UíF 2008 verða. Flestu verksmiðjuleiðararnir eru nevniliga settir og vit kunnu tí kunngerða hvørjar verksmiðjur verða hesaferð:
Myndlist: Teknusøgur, leiðari Bárður Oskarsson
Tónleikur: Singer/songwriter, leiðari Dánjal á Neystabø
Filmur: Filmstøkni, leiðari Nicolaj Jensen
Sjónleikur, leiðari Gunnvá Zakariassen
Tíðindabólkur, leiðari Rakel Helmsdal
Enn er leiðari til dansiverksmiðjuna ikki settur, men tað vita vit meira um í næstum. Vitja aftur!!
Samskipari av Felagssýningini verður Bernharður Wilkinson