5. januar 2008

Kári fyri Dánjal!

Sum kunnugt, eru verksmiðjuleiðararnir á Ungum í Føroyum kend listafólk. Tá kemur fyri, at onkur fær altjóða tilboð samstundis sum stevnan er. Hetta mugu vit jú sjálvandi bara gleðast um, tí tað prógvar, at vit hava tey bestu, sum øll hini eisini vilja hava.

Nú er so Dánjal á Neystabø vorðin bjóðaður at spæla í Sveis júst tann 15. til 17. februar.

Ein annar av okkara kendastu tónleikarum hevur játtað at vera verksmiðjuleiðarin í tónleiki, nevniliga Kári Sverrison, úr m.a. Enekk.  Evnið í verksmiðjuni er óbroytt, nevniliga at smíða løg og sangir og spæla teir, og hetta hevur Kári gjørt á alskyns ljóðførum seinastu tjúgu árini.

Vit fyriskiparar ynskja Dánjali góðu eydnu og Kára vælkomnum.