5. januar 2008

Gevi gætur, tit, sum longu hava teknað tykkum

Av tí at tað er komið okkum fyri oyra, at eitt av teldutøku tekningarskjølunum ikki er komið framm, biðja vit nú øll, sum hava tekna seg, og sum ikki hava fingið eina teldupostváttan uppá tekningina ella sum á onkran hátt ivast, um at seta seg í samband við okkum sum skjótast. Vit kunnu beinavegin siga tær, um títt tekningarskjal er komið fram.

Teldutøka tekningarskjalið hjá okkum er nýtt, og kanska er hetta ein lítil barnasjúka. Allarhelst er tekning tín í lagið, tí vit hava longu fingið nógvar!

Hevur tú teknað teg við pappírsskjalið er sjálvandi ongin trupulleiki.

Gevi endiliga hesini boðini víðari til vinfólk, sum hava teknað seg!