15. januar 2008

Kvinna kemur í kvinnu stað: Rannvá fyri Kristinu!

Enn einaferð mugu vit ásanna, at tey listafólk vit biðja til at leiða verksmiðjurnar á Ungum í Føroyum, eru dugnalig og tí eisini umbiðin listafólk!

Nú er so eisini Kristina umbiðin aðrastaðni júst meðan stevnan er.

Vit eru kortini so heppin, at vit hava fingið ein annan ikki minni dugnaligan dansara í staðin, nevniliga Rannvá Káradóttir Justinussen, sum vit eisini fyrr hava havt góðar royndir av á Ungum í Føroyum.
Evnið í verksmiðjuni er óbroytt.

Vit fyriskiparar ynskja Kristinu góðu eydnu og Rannvá vælkomnari.