Á midnátt lat tekningin til Ung í Føroyum aftur. 60 pláss eru á UíF 2008, so tey teknaðu eru meir enn dupult so nógv, sum pláss er fyri.
Vit í leiðslutoyminum takka fyri allan áhugan og biðja tey, ið ikki náddu at tekna seg, um endiliga at royna aftur næsta ár.
Øll tit, sum hava teknað tykkum fáa boð innan eina viku, um tit eru sloppin inn á stevnuna ella ikki. Tá fáa tit eisini boð um hvørja verksmiðju, tit eru sloppin á.
Vit gleða okkum at hitta tykkum og harmast um ikki at hava møguleika at bjóða tykkum øllum somlum á stevnuna.