Nú eru brøvini komin út til tey 60 hepnu ungu, sum eru sloppin inn á UíF2008. Tíverri eru tað heili 70, sum ikki eru sloppin inn, so vit vóna, at hesa royna seg aftur, tá næsta stevnan verður!
Vikuna áðrenn stevnuna, tann 9. februar kl. 16, verður ein fundur fyri øll tey innslopnu og verksmiðjuleiðararnar í Norðurlandahúsinum.
Hetta skulu tit ungu minnast at hava við á fundin:
ein persónaligan lut (kann vera alt frá eini svávuldós til eitt lummaur...) ella ein setning ella eina mynd. Spyr ikki hví, endamálið er loyniligt :)
kvittan fyri goldið luttakaragjald. Hetta er alneyðugt – tey sum ikki hava goldið, verða strika av listanum. Luttakaragjaldið er 450 kr og skal gjaldast á konto nr. 6460 499.132.1 í Føroya Banka.
Tey, ið sýna fram myndlist, skulu hava myndir, standmyndir ella annað, tey vilja sýnað, við, soleiðis at framsýningin kann leggjast til rættis í góðari tíð.
Tey, ið skulu sýna fram á palli, skulu hava neyvar upplýsingar um framførsluna: heiti og longd (tó í mesta lagið 7 min.) á tykkara innslagi og lista yvir tað, sum neyðugt er av tøkni ella tilfari. Tey, sum brúka t.d. fløgur, skulu hava eitt avrit, og lata tað verða eftir í Norðurlandahúsinum.
Tey, sum hava verk á dvd at vísa fram, skulu lata okkum eitt avrit, og sjálvi hava upprunabandið/fløguna við á stevnuna.