mynd & orð: Rakul Hansen, tíðindaverksmiðjan

9. februar 2008

Fyrireikandi arbeiðsfundur

9. februar 2008, vóru allir luttakarar, sum eru við í Ungum í Føroyum, biðin um at møta í Norðurlandahúsinum kl. 16 til fyrireikandi arbeiðsfund.

Á fundinum vóru luttakararnir settir við eitt borð, har teirra verksmiðja var. So lærdu vit fólk at kenna, tosaðu um, hvat vit fóru at gera, hvar vit skuldu sova o.s.v.

Á fundinum skuldu vit eisini hava eitt persónligt ting, mynd ella setning við.

Vit høvdu so tosa um, hvat tingini handlaðu um og skriva tað á eina talvu. Har vóru orð sum nútíð og fortíð, ting, sum mann er glaður fyri, røtur og alt møguligt, og alt tað kallaðu tey fyri tann reyða tráðin.

Ein sera væl umtóktur setningur, sum gav eina góða sjón fyri Ung í Føroyum var, at:

”Eitt hjarta er sum ein vegur, tú mást fylgja tínum hjarta. Dettur tú av vegnum, mást tú royna at koma upp aftur á vegin”

Øll, ið vóru har, sóu út til at hava tað stuttligt og hugnaðu sær, tey smíltust og tosaðu við glaðari rødd.