Her standa allir upplýsingar og áminningar til tykkara, sum koma á stevnuna fríggjadagin. Les aftur eina ferð um dagin í minsta lagið.
13/2 kl. 15.30
Nú eru neyvar klokkutíðir komnar fyri pallroyndirnar. HYGG VÆL HER!!!
12/2 kl. 14.40
At hava við á stevnuna:
Endurskin - Ung í Føroyum SÍGGJAST!
Soviposi (kanska kodda og lak)
Tannbust og onnur sjálvrøkt
Skiftiklæðir til arbeiði og kanska hugnakvøld
Skógvar, sum eru góðir at vera í
(Lurta annars eftir veðurvánunum og havi hóskandi klæðir við um tað t.d. skuldi verið kavi)
Framførslulutir: klæðir, rekvisittir, ljóðføri, nótar, forsterkara o.t., um tykkum nýtist tað.
Hetta nýtist tær ikki at hava við:
nógvar pengar
dýrar lutir (ipod o.t.)
mat/drekka (tit fáa allar máltíðir + frukt)
liggiundirlag (vit hava, sum sagt, madrassir)
Minst til:
At siga frá, um tú tekur nakran heilivág!
At UíF ikki kann taka ábyrgd av tykkara egnu lutum, so kanni um tað, tit taka við, er tryggjað.
12/2 kl. 14.20
Her er listi til tykkum, sum skulu framføra eitthvørt á pallinum fríggjakvøldið. Hetta er tá tit hava pallroyndir, altso tá tit sleppa at royna pallin í Norðurlandahúsinum. Neyvar klokkutíðirnar koma skjótt.
Hósdagin millum kl. 15 og 18:
Lív Tórshamar, Rúni Haraldson, Marin Búadóttir Tórgarð, Jóhanna Magnusardóttir, Ragna Ámundar-dóttir í Geil, Annika H Wandall, Inga Svabo Vester-gaard, Rebekka Petersen, Súsanna Elisabeth Lam-hauge, Sanna Apol Mortensen, Sasho Magnus Bjartsson
Fríggjadagin millum kl. 14 og 16:
Hjørtur Lamhauge, Fríði Paulason Hentze, Tinna Tótudóttir, Synnøva V. Magnussen, Alisa Hentze, Borgný Súsonnudóttir Hansen, Laila Mote, Jóhann E. Vørmadal, Angajo Eidesgaard, Tórgerd Joensen
Tit skulu møta minst 15 min. áðrenn tykkara tíð. Eru tit ikki til tíðina, er ongin annar møguleiki at royna pallin (ljós, ljóð og annað tøkni) áðrenn fríggjakvøldssýningina.
11/2 kl. 23.30
Vit hava júst fingið váttað, at tit FÁA madrassir at sova á í HB-húsinum, so tykkum nýtist IKKI at hava liggiundirlag við.