Tað byrjaði við at landstýriskvinnan við mentamálum, Kristina Háfoss, setti stevnuna.
Síðani sang 13 ára gamla Rebekka Petersen fyri okkum, meðan hon spældi á klaver.
Næstur var Daniel Jensen, hann hevði gjørt ein skemtiligan “stop-motion” film, at vísa fram.
Aftaná hettar, spældi Tinna Tótudóttir á klaver, í einum litføggrum parykki.
Tað var klappa nógv, tá “The-wannabes” Marin Búadóttir Tórgarð, Ragna í Geil og Jóhanna Magnusardóttir komu á pallin. Tær vóru troyttar av sanginum “umbrella” hjá Rihannu, og høvdu gjørt eina føroyska versión av sanginum, ið tær kallaðu “Óli og Ella”.
So vísti Nicolai Jensen ein film fram, har tvíburðabeiggi hansara Daniel Jensen, eisini hevði hjálpt til. Hann hevði gjørt ein film, har hann vísti fram húsini hjá sær. Allur salurin flenti, og øll hugnaðu sær.
Tá filmurin var liguður, setti 14 ára gamli Sasho Magnus Bjartsson seg við klaveri, og sang sangin “Gott ókeypis bað” hjá Meylu og Knøtti.
Sum nummar átta á listanum, vóru Súsanna Elisabeth Lamhauge og Lív Tórshamar. Tær høvdu ikki fyrireikað seg serliga val, og sjálvt um framførslan ikki gekk sum ætla, dugdu tær væl at dansa.
á listanum, var Annika H. Wandall, hon sang og spældi guitar. Hon hevði sjálv skriva sangirnar.
So vóru øll listafólkini biðin um at koma á pallin, og vóru presenteraði.
Aftaná var steðgur í 15 min, har øll kundu hyggja at listaframsýningini.