15. februar 2008

Listaframsýning

Tey høvdu nógvir hvítir veggir at hanga allar myndirnar, sum tey ungu høvdu gjørt.Tað var sera vakurt upp stilla, nógvur ómakur var eisin lagdur í av Norðurlandahúsinum. 

Tað vóru umleið 65 myndir at hanga upp, tíverri vóru tað ikki allar myndirnar sum vóru hongdar upp, tað vóru nøkur ið høvdu nógvar myndir við, og nøkur høvdu so nógvar við at allar ikki komu upp at hanga, tað var Bárður Osrkarson sum valdi myndirnarút, hann valdi myndirnar út soleiðis, at tær riggaðu saman.

Tað vóru nokk nógv mest av tekningum, tað vóru nakað minni av málningum og av foto vóru ikki nógv meiri enn eini 5-6 myndir.

Hesi ungu hava sera nógv og góð evni, og hugflogi er ikki ívegin. Sera litríkar myndir vóru, tó eisini svartar og hvítar.

Jeanette Lassen, tiðindaverksmiðjan