15. februar 2008

Seinna helvtin av framførslunum

Sanna Apol Mortensen setti hol á aðru helvt av framførslunum í kvøld, tá hon sang sangin ‘Californian Dreaming’ hjá The Mammas and The Pappas og sjálv spældi guitara afturvið.

Síðani sóu vit skemtiliga filmin ‘Christmas Nightmare’ um ein Nintendo Gameboy pocket, ið 14 ára gamli Petur Wentzlau hevði gjørt.

Næst var dansur á skránni, og 17 ára gamla Alisa Hentze úr Havn gjørdi eina flotta hip-hop framførslu afturvið sanginum ‘Pop The Glory’.

Borgný Súsonnudóttir Hansen, Laila Mote og Johann Vørmdal vístu so eina sketch, ið æt ‘Leigumordarin’.

Aftaná sang 13 ára gamla Inga Svabo Vestergaard sangin ‘Let Go’, ið hon sjálv hevði skriva, við ongum undirspæli.

So var enn ein filmur, og hesu ferð vóru tað Karl Weihe Viðstein, Sasho Magnus Bjartsson, Bárður Michaelsen, ið vístu filmin ‘Agent 007 in FO’, sum teir hava gjørt fyri tveimum árum síðani.

So var Tinna Tótudóttir aftur á pallinum, og hesu ferð spældi hon undir, meðan Synnøva Magnussen sang sangin ‘When You Say Nothing At All’ hjá Ronan Keating, og hon hevði broytt tekstin, so hann var ikki heilt so fittur sum hann plagar.

Samanumtikið haldi eg, at framførslurnar vóru góðar, og fólk, ið koma til stóra endabrakið sunnudagin, kunnu vænta sær nógv.

Sunniva H. Poulsen, tiðindaverksmiðjan