Øll tey ungu, ið ætlaðu seg við í Ung í Føroyum 2008, skuldi teknað seg til áðrenn 15. januar. Tað bar til at t sekna seg á alnótini og við at senda eitt bræv til fyriskipararnar.
Tað vóru nógv áhugaði, sum teknaðu seg, umleið 130 ung, men tíverri var tað bert pláss til 60 ungum, t.e. 10 á hvørjari verksmiðu.
Tey, sum vóru sloppin inn, vóru biðin um at koma til ein fund leygardagin 9. februar, og tey, sum ikki komu á fundin, vóru strikað av listanum, so at tey, sum vóru á bíðilistanum kundu koma við. Tað vóru ung, ið ikki komu. Tey, sum endaliga skuldu á UÌF, skuldu koma í Norðurlandahúsið fríggjardagin kl. 16. Tá vóru tað tíðanverri nøkur fá, sum ikki komu vegnað sjúku.
Beint eftur náttura, vóru tey ungu biðin um at fara til sína verkssmiðu, har kundi tey hitta leiðaran, og fara so spakuliga í gongd at arbeiða, og tosa um, hvat skuldi henda næsta dagin.
Øll skuldu sova í HB- húsinum dreingir uppi á og genturnar niðriundur.
Tað, var ein sera vøkur sýning, har vóru bæði filmar, dansur og sangur.
Ikki gekk so væl hjá teimum ungu at sovna, men tó var tað friður lagdur á.Tey sungu, spældu spøl og stuttleikaðu sær tað kvøldi.
Men tað var lætt at koma upp næsta morgunin, tey skuldu eta morgunmat millum 8 og 9.