15. februar 2008

Tónleikaverksmiðjan byrjar

Í tónleikaverksmiðjuni verður dúliga vant, og tað ljóðar longu sera væl. Tey spæla eitt tónleikaslag, ið eitur african-indie. Tað ljóðaði sera spennandi, t.d. murraðu sangararnir, og tað riggaði sera væl. Eitt annað, ið eg helt verað sera spennandi, var tað, at trummuspælarin sló við hondunum og ikki við trummustikkarunum.

Samanumtikið haldi eg, at tað var sera spennandi og nýhugsandi. Eg gleði meg til at hoyra tey aftur, tá ið tey vísa fram.

Hanus Pál Jógvansson, tiðindaverksmiðjan