15. februar 2008

Dansiverksmiðjan leygardagin

Dansiverksmiðjan er at finna í Stóra salinum. Har hava tey vant hart allan dagin í dag, og eitt sindur av gjárskvøldið. Tey hava vant alt stev fyri stev við teirra verksmiðjuleiðara, Rannvá Káradóttur Justinusen. Dansiverksmiðjan skal framføra alt tað, sum tey hava fyrireyka í annaðkvøld, sunnudagin tann 17/2, saman við øllum hinum verksmiðjunum á Ung í Føroyum.

Rannvá Káradóttur Justinusen, verksmiðjuleiðari, sigur, at “tað er ótrúliga spennandi at síggja, hvussu skjótt tey ungu í Føroyar læra, og at síggja tann áhugan, tey hava fyri tí, tí  eg brenni sjálv ótrúliga nógv fyri tí”.

Eg havi fingið fatur í 14 ára gamla Rikard, og spurgt hann nakrar fáar spurningar

Hvussu heldur tú, inntil víðari, at tít upphald her á Ungum í Føroyum hevur verið?
Ordliga cool, feitt og rævuliga stuttligt!

Hvat hevur tú tonkt tær at faá út av Ung Í Føroyum?
Inspiration og ein sunnari kropp.

Sær tú teg sjálvan sum luttakara í Ung í Føroyum næsta år?
Ja, tí mær dámar væl at vera Ungum í Føroyum

Hugin Bjørnsson Knudsen, tiðindaverksmiðjan