16. februar 2008

Frá Emo Pop til Føroyskan Rock

Fríggjadagin møttust 60 ung fólk í Norðurlandahúsinum, her í millum vóru 10 tónleikafólk. Aftaná setanina fóru øll til hvør sína verksmiðu og tad skuldu bert ein løta fara til at bassur, trummur, guittar og sangur rungaði úr hátalarinum. Vóninar vóru av tí besta, hugflogi setti eingin mørk, og saman smíðaði tey nøkur fangandi løg. Aftaná døgura leygardagin vóru heili fýra løg samansmíðaði, nøkur løg høvdu ein sindur dimman boðskab, ímeðni ein annar sangur meira snúði seg um at trúgva uppá  seg sjálvan. Hesu ungu finna íblástur í Samfelaginum. “Tað ger einki petti at tey skriva ein sang um eina rotna verð, tí eg vil ikki seta mark fyri hugflogi.” Hetta segði versmiðuleigarin Kári Sverrison, ið hevur arbeitt leingi og nógv við tónleik.

“Øll skriva kærleikasangir, og vit vilja gera okkurt sum er ørðvísi”, siga Hjørtur og Jimmy.

Vit gleða okkum ómetaliga nógv til at hoyra hetta “Emo Pop – Kamprópa” bragdið, og vit vænta at hoyra meira frá hesum ungu tónleikarum í framtíðini.

Annika Magnussen Gaard, tiðindaverksmiðjan