16. februar 2008

Um verksmiðjur: Myndlist

Tað er ótrúligt, sum hesi ungu hava talent. Bert við pappíri og blýanti kunnu tey fáa so nógvar kenslur fram, kunnu fáa so nógv at sveima.

Tey sita í einum stórum rúmi við góðum ljósið, sera góðum umstøðum. Tey sita beint við tónleikarrúmið, so tey hoyra góðan tónleik 'live'.

Tey eru 12 ung, ið sita við borð, sum er forma sum ein heystaskógvur.

Tey sita væl konsentreðaði og tekna. Tá tey eru liðug við myndirnare vera tær hongdar upp. Har hangar nógvar sera vakrar myndir uppi á vegginum.

Hjá teimum er tað bert hugflogi, ið setur mørk.

Tey brúga ikki litir, bert svart og hvítt.

Leiðarin, sum tey hava, eitur Bárður Oskarsson og er sjálvur ein, sum dámar sera væl at tekna og mála.

Eg spurgdi, hvat tey málaðu, svarið var einfalt: Alt frá blómum til psykopatar.

Tá ið eg siti í horninum, havi eg ikki ánilsi av, hvat tað er, tey tekna, føla, ella nakað. Eg síggi bara eitt menniskja, sum situr við eitt borð, við blýanti og pappíri og teknar. Eg síggi ikki tað, sum endamáli er við hesum, men um eg fari at seta meg at tekna, so føli eg, hugsi eg, eina mynd, sum eg sjálv havi gjørt. Tað snýr seg um at seta seg inní, taka blyantin og byrja at tekna. Mann hugsar ikki, men man hugsar kortini væl, man brúgar ikki heilan, men tað ger man  kortini, og mann brúgar hann sera nógv. Mann varnast ikki hesi tingini, man teknar bara, og myndin skal vera soleiðis, sum man hevði ætla sær frá byrjani. Man er noyddur, at vera føddur málari fyri at vita alt um tekning, tí tað eru so ómetaliga nógv ting um tekning.

Tey evnini, tey ungu hava fingið, eru ótrúliga fantastisk.

Jeanette Lassen, tiðindaverksmiðjan