16. februar 2008

Interview við Mary Djurhuus

Eg havi havt eina samrøðu við Mary Djurhuus, ið arbeiðir í móttøkuni í Norðlandahúsinum, um ung í Føroyum.

Eg haldi, at tað er sera stuttligt og óvanligt, at so nógv fitt ungfólk kunnu samlast her uppi, at gera so nógv ymisk, sigur Mary.

Eg spurdi hana, um Ung í Føroyum var eitt stórt tiltak, og hon segði at hetta var eitt miðalstórt tiltak, tí at tað bara eru trýss luttakarar.

Henni dámar eisini sera væl Ung í Føroyum, tí at tá verður tað so lívligt, og stuttligt í Norðurlandahúsinum.

Hanus Pál Jógvansson, tiðindaverksmiðjan