Aftaná setanina fríggjakvøldið fóru øll til sína egnu verksmiðju. Tey 10 í sjónleikaverksmiðjuni løgdu hart út, tá tey fóru undir at syngja sangin “My Favourite Things” úr ‘The Sound of Music’ so hart, at tað kundi hoyrast um alt Norðurlandahúsið.
Og ferðin tykist ikki at vera sett niður síðan. Hvørja ferð eg komi inn at njósnast, tykjast tey at vera byrja uppá okkurt heilt nýtt. Orkan og konsentratiónin, ið er í rúminum, tá tey m.a. arbeiða við at kenna seg tryggan á palli, ljósið, at presentera ein lut og at brúka eitt rúm á bestan hátt, er so intens, at man sjálvur verður ávirkaður.
“Tey eru ófør, tey gera alt tað, eg biði tey um, og eisini ting, eg ikki biði tey um”, sigur Gunnvá, ið er verksmiðjuleiðari hjá teimum ungu.
“Tað er ordiliga skeg, og stemningurin er ordiliga góður,” siga Marin Búadóttir Tórgarð og Ragna í Geil, tá eg tosaði við tær í fyrsta steðginum.
Stuttligt er at hyggja, meðan tey eksperimentera við, hvussu tey skapa og arbeiða víðari við onkrum onkur annar hevur gjørt, og hvussu tey fáa áskoðaran at spyrja seg sjálvan spurningar. At venja seg at seta spurningar hava tey ein sokallaðan “spurningavegg”, har tey kunnu skriva allir teir spurdómarnar tey kunnu koma í tankar um, og hann er væl brúktur. Tey spyrja um alt ímillum himmal og jørð, og eg gleði meg til at síggja úrslitini hjá hesum lívligu fólkunum í kvøld.
Sunniva Holm Poulsen, Tíðindaverksmiðjan