Sum tit øll vita, var Ung í Føroyum hetta vikuskifti, og her var eg í millum tey eydnuríku 60 fólkini, ið sluppu við.
Sunnukvøldið var ein stór framførsla. Har var bæði tónleikur, sjónleikur, filmar, dansur, og mála var tað eisini á pallinum.
Rakul Hansen, úr Tíðindaverksmiðjuni, ynksti einum heilum sali av fólkið vælkomnum, og tá byrjaðu nervarnir veruligani at vísast aftan fyri pallin, men tíð var ikki til teir tí, nú var tað "showtime", sum tey siga í Hollywood.
Eg var stóð bert og bíðaði til sjónleikaversmiðjan hevði verið á palli, og síðani var tað mín og Elin Tórusa túrur at bjóða Tónleikaverksmiðjuni vælkomnari á pallin. Tey vóru sera væl mótikin av fólkinum.
Tað var nokk av tíð hjá mær at síggja framførsluna, og tað var sera spennandi at síggja tað endaliga svarið, ið hetta vikuskfti hevði givið teimum øllum.
Eitt, ið eg ongantíð hevði sæð áður, var tá ið myndlistafólkini høvdu seks minuttir at mála nakrir málningar á pallinum, og ímeðan spældi Tónleikaverksmiðjan undir. Tað hoyrdist, at Eivør spældi eitt sindur av einum leiklutið í hesum lagnum, tí eg kundi veruligani hoyra, at íbálsturin kom hagani. Tá ið hetta trøllabbindandi lagi var av, var tíðin farin. Úrtslitið av hesum seks minutunum var heilt framúrskarandi.
Sjónleikaverksmiðjan hevði eisini okkurt ørðvísi at vísa. Teirra "Light show" var so at siga nakað, sum eg ikki hevði sæð fyrr, og í næstan øllum av teirra upptraknum gekk lagið My Favorite Things úr The Sound of Music aftur, men tó uppá ørðvísi mátar.
Allar verksmiðjunar komu á pallin, og tá sá eg eitt sindur aftur á setanuna frá fríggjadegnum, og hvussu alt hevði gingið, sum tað skuldi. Kanska vóru tað onkuntíð nevarnir, ið tóku tað besta av einum, men tað sást ikki.
Nú var Ung í Føroyum liðugt, og nú var tað bara at leita sær heim til sína egnu song, og kanska eisini til mammusa deiliga mat, men eitt má sigast, at eingin fór heim við tómum hondum, tí eg takið ein heilan lógva av minnum við mær heim.
Annika Magnussen Gaard, Tíðindaverksmiðjan