17. februar 2008

Um filmseffektverkamiðjuna

Í dag vóru Rakul og Hanus og vitjaðu í filmseffektverksmiðjuni.

Har brúktu tey øll eitt forrit, ið eitur Adobe Aftereffects, og gjørdu okkurt við TV3. Tey arbeiðdu sera hart, og øgiliga konsentrera.

Internetsambandi hjá Nicolaj Jensen, leiðarin, fór mitt í undurvísingini, men tey tóku tað heilt róligt.
“Spurningar, spurningar!” rópti Nicolaj, men ikki serliga nógvir spurningar vóru, tí tá tey vóru longu sera væl inni í filmseffektunum, ið tey arbeiðdu við.

Tað, ið vit hildu verað mest spennandi vóru allar tær sera flottu effektirnar, ið tey longu høvdu gjørt.

Samanumtikið var hetta sera spennandi, og vit gleða okkum at síggja teirra endaliga avrik.

Rakul Hansen & Hanus Pál Jógvansson, Tíðindaverksmiðjan