17. februar 2008

Samrøða við Símun Mellemgaard og Esbern á Geilini

Hvat gera tit í filmseffektsverksmiðjuni?
Vit arbeiða við adobe after effects.

Læra tit nógv nýtt?
Vit læra sera nógv nýtt.

Hvat dámar tykkum best í filmseffektsverksmiðjuni?
Vit dáma best at arbeiða við effektum.

Er verksmiðjan soleiðis, ið tit væntaðu at hon fór at verða?
Ja, vit væntaðu at hon fór at verða soleiðis, sum hon er.

Er tað ringt at arbeiða við filmseffektum?
Nei, tað er sera lætt tá í man hevur lært tað.

Vilt tú mala øðrum til at velja filmseffektsverksmiðjuna?
Vit vilja mala øllum, ið hava áhuga fyri filmi, og efektum, og teimum, ið hava hug at arbeiða við filmi at melda seg til.

Væntaðu tit at nakrar gentur fóru at velja Filmseffektsverksmiðjuna?
Nei vit høvdu ikki vænta at nógvar gentur fóru at verða við.

Er tað spennandi?
Ja, øgiliga.

Hanus Pál Jógvansson, Tíðindaverksmiðjan