17. februar 2008

Samrøða við Nicolaj Jensen, verksmiðuleiðara í filmseffektum

Hvat gera tit á Filmseffektsverksmiðjuni?
Vit læra um filmseffektir, livandi effekt, special effektir o.a.

Hvat hevur størstan týdning, tá ið man arbeiðir við effektum?
At hava hug, hugflog, kreativan heila, tol og so skal man tíma at brúka tíðina uppá tað.

Hvat Forrit nýta tit at arbeiða við?
Photoshop og aftereffects.

Duga luttakararnir í tínari verksmiðju væl?
Ja, men onkur er meira royndur.

Fáa tey nógv burtur úr?
Ja.

Er tað innvikla at gjera filmseffektir?
Nei, øll kunna læra tað.

Tekur tað leingi gera at filmseffektir?
Ja, eitt sindur.

Fara tit at gera nakað bestemt slag av effektum?
Nei, vit spæla bara við tað, nøkur vilja gera okkurt, ið hevur við blóð at gera, og onkur vilja okkurt annað.

Hvat er tað besta við effektum?
Tað besta við effektum er at skapa ting, ið ikki eru í veruleikanum, og tá okkurt er for dýrt at keypa, kann man snýta tað við effektum.

Rakul Hansen & Hanus Pál Jógvansson, Tíðindaverksmiðjan