17. februar 2008

Samrøða við Sagu Kapna, luttakara í Sjónleikaverksmiðjuni

Eg fekk eitt prát við Sagu Kapna, dóttir Hedvig Westerlund-Kapnas, ið er við til at skipa Ung í Føroyum.

Saga er 13 ára gomul, gongur til sjónleik og spælir violin. Hon er við í sjónleikaverksmiðuni í ár. Hetta er fyrstu ferð, hon er við á stevnuni, men hevur einaferð veri við mammu síni, men tá var hon ikki í nakrari verksmiðu.

Hon meldaði seg til Ung í Føroyum í ár, tí at hon heldur tiltaki vera “yvirdrivið feitt”.

Hon er glað um at vera komin í sjónleikaverksmiðjuna, tí at hon valdi hana sum nummar eitt, og elskar at spæla sjónleik.

Hon hevur alt positivt at siga um Ung í Føroyum inntil víðari, sjálvt um hon heldur tað vera hart arbeiði. Hon hevur eisini nógv gott at siga um sjónleikaverksmiðuna, sjálvt um hon ikki heldur tað vera so stuttligt at granska tekstir. Tó hevur tað veri stuttligt inntil víðari, og hon fer heilt víst at tekna seg aftur næsta ár.

Mia H. Smith, Tíðindaverksmiðjan