Dagarnir, tá Ung í Føroyum 2008 í Norðurlandahúsinum verða, eru nú ásettir! Tann 15. til og við 17. februar 2008 er Norðurlandahúsið opið fyri 60 fúsum unglingum í aldrinum 13 til og við 18 ár.
12. apríl 2007
Alt tilfarið komið á netið
Nú eru alt tilfarið frá UíF 2007 stevnunum báðum lagt út á heimasíðuna. Tit sum lesa hetta sendi endiliga boðini víðari til onnur sum hava verið á stevnunum. Far inn á UíF myndasavn og hygg!
10. apríl 2007
Myndirnar frá UíF Suður!
Nú eru næstan allar myndirnar frá Ung í Føroyum Suður komnar á netið. Enn vænta tó myndirnar frá Opnu Verksmiðjunum bæði á UíF Eystur og Suður. Tær koma væntandi út í morgin.
Nú ber til at síggja myndir frá Dansiverksmiðjuni á Ung í Føroyum Suður.
4. apríl 2007
Myndir enn ikki á netinum
Enn eru myndirnar frá Vági ikki á netinum, men nú eru øll tíðindi so komin. Teir næstu dagarnar verða myndir at síggja, eisini tær seinastu frá UíF Eystur.
4. apríl 2007
Stevnutíðindi Ung í Føroyum Suður 2007
Sjónleikaverksmiðjan
Í sjónleikaverksmiðjuni vóru tað tey ungu, ið veruliga setta dagsskránna. Kristina Hansen var verksmiðjuleiðari, men hon læt tað vera rættuliga nógv upp til tey ungu sjálvi hvat gerast skuldi hendan hálvanannan dagin tey høvdu saman.
Hon hevði tó grundleggjandi venjingar við teimum fyrst. Hesar venjingar fingu tey at vera samansjóðaði, og gav teimum eisini álit á hvønn annan. Eisini høvdu tey ræddarvenjingar og improvisatiónsvenjingar, so sigast kann at tey ungu veruliga fingu innlit í hvat ein yrkisleikari fæst við til dagligt.
Tey sluppu eftir egnum ynski at gera tveir leikir, har tey vóru deild í tveir bólkar. Kristina sigur sjálv, at hon royndi at deila tey sum kendust áðrenn eitt sindur sundur, og samstundis fáa tey sum ikki kendust at blandast saman við teimum, so tey øll komu at vera saman sum ein bólkur.
Tær løturnar tá steðgir vóru, góvust tey ikki at gera venjingar. Tey náddu líka at fáa sær okkurt í munnin, og so fóru tey at spæla, og royndu samstundis at fáa luttakarar, fyriskiparar, og verksmiðjuleiðarar við.
Saman við Kristinu, tóku tey tað róligt, og lærdu ymiskar venjingar innímillum - tá tey vóru móð gjørdu tey avspenningar, og tá tey høvdu hug at finna uppá okkurt, arbeiddu tey víðari við leikunum.
Sjónleikaverksmiðjan endaði við einum braki av framførslum, har tey vístu, hvussu tey høvdu arbeitt. Tey framførdu eisini teir báðar leikirnar, ið tey høvdu gjørt. Leikirnir lýstu sera viðkomandi evni, sum eru aktuell í samfelagnum í løtuni. Samkynd og visjón 2015 vóru høvuðsevnini í leikunum, hesi evni vóru lýst frá einum skemtiligum sjónarhorni. Onkur politikari fekk veruliga toyggið, og sigast má, at onkrir av hesum evnaríku leikarum óivað vera at síggja sum yrkisleikarar einaferð í framtíðini.
Tá framførslurnar vóru lidnar, vóru tey ungu í sjónleikaverksmiðjuni so uppgiraði av at framføra, at tey ikki fingu afturhald. Tey framførdu til ”Opnan pall” alt frá sjónleiki og skemtisøgum til dans. Hesir ungu leikarar hava heilt vist ambitiónir, ið fara at fáa tey at blíva til nakað.
Sjónleikaverksmiðjan var tann heilt stóri orkumiðdepilin á stevnuni. Tað var ongantíð friður har sum sjónleikararnir vóru, júst so sum tað skal vera!
Birna Heinesen
4. apríl 2007
Stevnutíðindi Ung í Føroyum Suður 2007
Leygarmorgunin
Uppi í skótahúsinum ringdi tann fyrsta vekjaraklokkan klokkan 7.30. Tó vóru øll ikki uppi fyrrenn um 08.30 tíðina. Luttakarirnir vóru móðir og troyttir frá fríggjakvøldinum, men gleddu seg at fara í verksmiðjurnar aftur.
Morgunmatur var klokkan 9.00 og klokkan 9.30 var felagsupphiting, har Jamie, verksmiðjuleiðarin í dansi, byrjaði upphitingina við sólheilsan. Síðani fekk Kristina, verksmiðjuleiðarin í sjónleiki, luttakararnar at hita røddina og andadráttin.
Sjónleikaverksmiðjan flutti hendan morgunin yvir í Billiardhúsið. Tey fingu ikki verið til í Pakkhúsinum, tí dansarirnir trampaðu á loftinum uppiyvir. Matstovan varð síðani flutt upp í kantinuna, har sjónleikaverksmiðjan var áðrenn. Tað var eisini í so kalt niðri kjallaranum, har meiningin varð at eta, tí sólin sum hevði verið frammi allan fríggjadagin skein ikki hendan dagin.
Verksmiðjurnar fóru so smátt í gongd, og øll tey evnaríku ungu fóru undir at skapa listarverk og venja dans og sjónleik.
Birna Heinesen
3. apríl 2007
Myndir og tíðindi seinka vegna tekniskar trupulleikar
Av tekniskum áðum eru tíðindini og myndirnar frá UíF Suður eitt sindur seinkaði, men tey koma út á síðuna hesar komandi dagarnar, so vitja endiliga aftur!!
3. apríl 2007
Stevnutíðindi Ung í Føroyum Suður 2007
Dansiverksmiðjan
Á dansiverksmiðjuni hjá bretanum Jamie Boylan luttóku sjey ungar damur. Verksmiðjan fór fyri tað mesta fram á loftinum í Stóra Pakkhúsinum. Tó var veðrið so gott fríggjakvøldið, at dansararnir valdu at fara útum, oman á bryggjuna at seta hol á undirvísingina.
Jamie er ein contemporary-dansari, og var undirvísingin í verksmiðjuni eisini løgd til rættis eftir hesum. 16 ára gamla Rannvá Joensen av Tvøroyri heldur, at hetta er sera avbjóðandi, tí tað er heilt øðrvísi, enn at dansa hip-hop, so sum hon er von við. Hon sigur, at rørslurnar, ið nýttar verða, minna nakað um ballett, og hetta ger contemporary-dance til eina sanna avbjóðing, fyri ein hip-hoppara.
Í dansiverksmiðjuni vórðu tey ungu listafólkini undirvíst í ymsum teknikkum. Jamie legði áherðslu á at uppbyggja teirra dansievnir, og at læra at samla og stýra styrkini í kroppinum. Eisini vísti hann gentunum nakrar “rørslu-frasur”, ið tær kunnu nýta í sínum dansi, og hvussu dansarar kunnu hita upp og fyrireika seg til at dansa.
Støðið á undirvísingini var lagt soleiðis, at øll kundu fáa nakað burturúr. Tað var ikki so torført, at tey minni royndu ikki megnaðu at fylgja við, men samstundis var tað eisini ein avbjóðing fyri sjálvt teir heilt royndu dansararnar.
Sum heild dámar Rannvá Joensen væl at vera á Ung í Føroyum. Serliga er tað stuttligt at fólk norðanífrá og sunnanífrá kunnu arbeiða og hugna sær saman. Samveran í skótahúsunum hjá KFUM, har tey sova, er sera hugnalig, og hevur Rannvá fingið nógv nýtt vinfólk. Hon sigur, at hon ætlar sær at melda seg til slíkar stevnur aftur, um hon fær møguleika til tess. Eftir summarferiuna skal hon tó á eftirskúla, so hon verður ikki at síggja í Norðurlandahúsinum á Ung í Føroyum 2008.
Pauli Reinert Poulsen
3. apríl 2007
Stevnutíðindi Ung í Føroyum Suður 2007
Myndlistaverksmiðjan
Luttakararnir í myndlistaverksmiðjuni vóru so hepnir at fáa høli í Gamla Skúla í Vági. Hesin bygningur verður eisini nýttur til tað føstu framsýningina hjá Ruth Smith og sum atelier hjá Aggi Ásgeirsdóttir, ið var verksmiðjuleiðari í myndlist. Á henda hátt fingu teir høvi til, at arbeiða í einum listarligum umhvørvi.
Aggi valdi at arbeiða eftir marathonprinsippinum, har luttakararnir skulu gera so nógv sum gjørligt, og á henda hátt arbeiða seg gjøgnum ymsar hættir innan myndlistin. Fyrst skuldi ein sjálvsmynd gerast og eftir at hava fingið tær teknisku frágreiðingarnar um hvussu hetta skuldi handfarast, settu luttakarnir við hvør sítt spegl og teknaðu seg sjálvi og síðan hvønn annan. Á henda hátt sótu tey eisini modell fyri hvørjum øðrum.
Næsta stig var at tekna eina uppseting av fruktum, bananum, perum, súreplum og appelsinum . Hesar vóru settar út í vindeyga og teknaðar við blýanti og vatnlitum. Tað var sera áhugavert at síggja, hvussu ymiskar hesar tekningar vóru. Summar uppsetingar lógu sentreraðar inni á pappírinum, meðan aðrar vóru so stórar, at tær rúmaðust ikki á flatuni og vóru fruktirnar á henda hátt broyttar til nýggjar formar. Konturarnir vóru onkrastaðni sera týðiligir, meðan onnur høvdu fokusera meiri á ljós og skuggar.
Síðan fingu luttakararnir hvør sítt lørift og byrjaðu so at mála eina mynd við akrylmáling. Løtu seinni skuldu tey so lata myndina til grannan, ið helt fram, har hin hevði slept. Tá málningurin hevði verið allan ringin runt, kom hann aftur til tann, ið byrjaði, sum fekk høvi at gera hann lidnan. Á henda hátt lærdu tey at fyrihalda seg til tað, ið longu var skapt og taka støðu til, hvat skuldi varðveitast og hvat skuldi brótast niður.
Tekna var eisini eftir tónleiki. Hetta var ein sansavenjing, har litir vóru settir á tónarnir og myndin varð stýrd av tónleikaupplivinigini hjá tí einstaka. Sera ymiskt var, hvussu røslurnar vístu seg gjøgnum pensilstrokini og kompositión. At enda varð gjørt ein mappa til at hava tekningarnar í, ein sokallað portfoliomappa.
Luttakarnir upplivdu at kommunikera gjøgnum myndlistina, Tey vóru djúpt konsentreraðir og har valdaði friður og arbeiðsgleði. Eitt sera gott upplivilsi, eisini hjá teimum, ið hugdi at. Hetta sást týðiliga til framsýningina, ið bæði var rúgvismikil og fjølbroytt.
Katrina í Geil
31. mars 2007
UíF Suður er beint nú!!
Her er frágreiðing frá fríggjakvøldinum:
Ung í Føroyum Suður 2007 fór av bakkastokki fríggjadagin kl 17.00, tá borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech, bjóðaði teimum uml. 30 spentu luttakarunum vælkomnum.
At byrja við fingu tey ungu listafólkini høvi at sýna fram gávur sínar fyri hvør øðrum. Lagt var út á loftinum í Stóra Pakkhúsinum, har Eir Jógvansdóttir Joensen framførdi eina dansiseriu afturvið sanginum The Call hjá Backstreet Boys. Eftir hetta kundu luttakarar og hjálparfólk hyggja at teimum myndunum, ið níggju av myndlistafólkunum høvdu tikið við sær á stevnuna. Síðani gekk leiðin niður í miðhæddina, har dramabólkurin “Makkitararnir” var klárur at sýna fram leikin “Vinn eina millión”.
Tá ið byrjunarløtan var av, kundu luttakararnir fara inspireraðir í verksmiðjurnar saman við verksmiðjuleiðarunum.
John Schwartz Jacobsen
27. mars 2007
Dagsskráin til UíF Suður
Áminning: Her er dagsskráin fyri komandi stevnuna at finna:
Nú skulu tit ikki vera forskrekt, eg fari ikki at halda nakar langa talu. Eg fari bara at nýta høvi at takka tykkum fyri, at tit valdu akkurat hetta staðið, okkara bý til at fremja hesar verkætlanir sum tit hava gjørtt hesar dagar, hetta vikuskiftið.
Tað er soleiðis, at øll droyma vit um eina framtíð, og tað er kanska trupult at bestemma seg, hvat skal eg at gera, tá eg verði stórur. Týdningarmikið hjá tykkum sum ung eru: haldið tykkum opin. Møguleikarnar eru nógvir. Trúgvið so up pá tað, sum tit hava, trúgva uppá tað, sum tit hava sett tykkum sum stevnumið, og handlið soleiðis, sum tit hava sett tykkum fyri.
Eg droymdi um at vera – ja, man begynti við flogskipari, so lækkaði tað til at verða skipari, og so endaði mann sum postboð, og siðani tað hevur lívið nú gjørt, at mann hevur fingið eina aðra lívsleið. Men tað týdningarmikla er, at tað, sum tit hava sett tykkum fyri, føri tað út í lívið og handli hareftir.
Tit hava nú fingist við, og skapt nakað í hasar dagar, og tað býr nakað í hvørjum einstøkum. Øll kunnu vit avrika nakað. Tað trúgvi eg, at hesir dagar eisini hava prógvað fyri tykkum. At tit hava sett tykkum okkurt fyri og tit hava nátt nøkur mál, tit hava eitt avrik, sum tit sita takksom yvir fyri og kanska tit sita undrandi “Hvussu ber tað til, at vit kláraðu so nógv, sum vit hóast alt gjørdu, um tað er myndlist. sjónleikur, sangur ella hvat tað nú er. Tað viktigasta sum er, er hetta: At man fremur í verkið tað, sum mann hevur sett seg fyri í huganum, við hjálpi av teimum, sum standa fyri.
Sum sagt, býurin hevur – man kann ikki siga, at hetta er mentanarhøvuðsstaður, men hetta er ein stórur býur, her er nógv virksemi, vit eiga nógv og dugnalig fólk, kanska serliga innan tónleiki. Her eru nøkur fólk sum byrjaðu í musikkskúlanum, og sum hava fingið veldiga gott í beinini og sikkurt, um tey halda áfram, kunnu náa langt innan tónleikalívið.
Alt fær ein enda, eisini hetta, og eg skal heilsa frá borgarstjóranum Hans Jakup Lamhauge. Hann hevur aðrar uppgávur í dag, NSÍ fyllur 50 ár, og býurin er stórur og nógvar uppgávur eru.
Tí var tað so bara “vara-“ sum mátti traðka til.
Eg vil so enn einaferð takka tykkum fyri, at tit hava búleikast her hesar dagar, og og vóni, at tit hava fingið góðar og gevandi dagar og at tit fara ríkari heimaftur aftur, og tit skulu vera so hjartaliga vælkomin aftur eina aðru ferð.
Takk fyri.
26. mars 2007
Stevnutíðindi Ung í Føroyum Eystur 2007
Myndlistaverksmiðjan
Fríggjakvøldið byrjaði við at tey flestu av teimum, sum høvdu valt myndlist, hjálptu verksmiðjuleiðaranum Oggi, at heingja listaframsýning upp. Í hesi framsýning vóru myndir sum luttakararnir høvdu gjørt áðrenn stevnuna. Hetta gekk skjótt og væl, og tí vóru eisini stundir at gera eina skrá, har tað stóð, hvør átti hvørja mynd. Meira professionelt kann tað ikki verða, ha?
Eftir byrjunarframførslurnar var so fari í verksmiðju, har tey byrjaðu við at tekna andlitsmyndir av hvør øðrum. Hetta kvøldið gekk avslappandi og væl, og øll fóru vælnøgd heim í song, klár at vita hvat leygardagurin hevði at bjóðað.
Leygardagurin gekk við ymiskum áhugaverdum. Luttakararnir sluppu meir ella minni at gera júst tað, tey høvdu hug til, men Oggi legði út við at inspirera tey í at gera likamslutir úr gipsi. Nógv av teimum gjørdu fingrar, hendur og føtur og andlit.
Eisini hevði Oggi skorið nakarar fýrakantaðar plátur til tey at mála á, ella at líma gipslutirnar á. Nógv av teimum kombineraðu hetta við at mála plátuna og líma gipslutirnar á, og eisini mála teir.
Gekkst tú eftir gongini, ella fórt tú inná WC í Glyvra skúla hendan dagin, sást tú ofta onkran frá myndlistaverksmiðjuni sita á gólvinum ella í einum horni, og tekna okkurt sum tey sóu, onkur teknaði eina fruktskál, onkur eina WC-kummu, og mangt mangt annað. Í hesi verksmiðju var tað veruliga bert hugflogið sum setti markið.
Oggi helt sjálvur, at tey ungu arbeiddu sera væl, hann segði tað soleiðis: “Ongin hevur ikki arbeitt”.
Tey ungu vóru í gongd allatíð, og tað kom eisini heilt nógv burturúr. Tá Opnar verksmiðjur vóru tá dagurin var um at enda, vóru so nógv verk at vísa fram, at neyðugt var við eini framsýning úti í gongini umframt alt tað sum lá á borðinum inni í verksmiðjuni.
Ikki er lætt at greiða frá øllum um myndlistaverksmiðjuna her, men hyggur tú at myndunum, sært tú kanska betur hvussu nógv kom burturúr. Harafturat kann nevnast, at eitt úrval av listaverkunum er at síggja á kommunuskrivstovuni í Runavík eina viku fram.
Birna Heinesen
26. mars 2007
Stevnutíðindi Ung í Føroyum Eystur 2007
Dansiverksmiðjan
Í dansiverksmiðjuni varð farið í gongd beinanvegin fríggjakvøldið. Tær seks genturnar vóru spentar, og gleddu seg at fáa undirvísing frá Jamie Boylan, sum í Føroyum er kendur frá operuni í Óðamansgarði.
Fríggjakvøldið gekk við at gera nakrar grundleggjandi venjingar í contemporary dance, soleiðis at genturnar fingu innlit í, hvat hetta var. Hetta varð gjørt við rættuliga hørðum venjingum, sum tær ikki vóru vanar við.
Tá kvøldið varð av vóru tað nakrar glaðar, men ótrúliga troyttar gentur sum komu út úr fimleikahøllini í Glyvra skúla.
Leygarmorgun vóru bert fýra gentur eftir í verksmiðjuni. Hetta kom helst av tí at fríggjavøldið hevði verið í so strævið. At tær nú vóru so fáar, var ikki nøkur forðing, men kanska hinvegin ein fyrimunur hjá gentunum, tí hvør einstøk av teimum fekk tískil meira burturúr undirvísingini.
Gjøgnum harðar venjingar, lærdi Jamie tær ymiskt innan contemporary dance. Hetta gjørdi hann við at lata tær samstarva tvær og tvær viðhvørt, har tær skuldu hyggja eftir hvørjum øðrum og kjakast um, hvussu rørslurnar skuldu gerast, onkuntíð undirvísti hann øllum fýra, og viðhvørt tók hann sær av einari í senn. Hóast venjingarnar vóru strævnar, hoyrdist látur og gnis ofta úr dansiverksmiðjuni. Bæði genturnar og Jamie hugnaðu sær óført
Jamie lærdi tær ikki bert at dansa hesar fáu tímarnar tær vóru til Ung í Føroyum, men gav teimum harafturat amboð at nýta tá tær í framtíðini skulu dansa. Tær lærdu m.a. hvussu tú samstarvar við onnur í dansi og dansivenjingum, hvussu tú hitar upp og nógv annað, ið er hent at duga í dansi.
Genturnar vóru sera glaðar um tað, tær høvdu lært í dansiverksmiðjuni. Einasta negativa við verksmiðjuni var, at ongin drongur hevði teknað seg (hint hint til allar drongir í Føroyum um at tekna seg til dans).
Genturnar siga seg fara at brúka tað, tær hava lært hetta vikuskiftið nógv framyvir, tí fleiri av teimum brúka stóran part av sínari frítið at dansa í. Hvør veit, um vit ikki fara at síggja tær sum yrkisdansarar eina ferð í framtíðini?
Tá stevnan endaði, og opnar verksmiðjur vóru, har almenningurin hevði møguleika at síggja, hvussu tey ungu høvdu arbeitt hetta vikuskiftið, vístu genturnar eina koreografi, ið er inspirerað av einum indiánskum fólkaævintýrið, ið kallast “Jumping Mouse”. Tað er um eina mús, sum fer út í verðina, og har hitti hon ymiskar verður, sum hon fær ymiskar fysiskar eginleikar frá. Hetta var ein flott framførsla, við vøkrum rørslum, bæði niðri á gólvinum og eisini rørslum sum rukku langt út í rúmið.
Ein væleydna stevna er nú av, men ymiskt um stevnuna - tíðindi og myndir - kemur út her í dag og í morgin, so vitja aftur!!
24. mars 2007
Stevnutíðindi Ung í Føroyum Eystur 2007
Arbeiði í Tónleikaverksmiðjuni
Tað, ið fyllir mest í arbeiðinum í Tónleikaverksmiðjuni, er tað grundleggjandi innan at smíða egnar sangin, tvs kompósition. Fyrst byrjaðu luttakararnir at syngja og spæla í sínum egna lagið, okkurt ið tey høvdu á hjarta. Tá tey so hoyrdi okkurt sum rungaði væl, so arbeiddi tey víðari útfrá tí. Heiti fyri henda mannagongd kallar verksmiðjuleiðarin, Dánjal á Neystabø, fyri “Songcatching”. Heiti kemur frá Indianarnir, har sangskrivarar ikki vóru kallaðir (á enskum) “song writers”, men “song catchers”. Ungdómarnir byrjaðu, sum sagt, við at spæla tað, sum tey høvdu uppá hjarta. Eitt og hvørt lag, ið komtemum í hug, skuldi sleppa út. Tá tey so hoyrdu eitt lag, ið teimum dámdu væl og høvdu hug at arbeiða víðari við, fóru tey til verka at smíða ein lag út frá tí lagnum.
Samstundis, sum tey arbeiddu við hesum, gav Dánjal á Neystabø luttakarunum nøkur hent tól til at smíðja løg við. Hesu tól, eru tól ið vanliga verða nýtt til at smíðja løg á høgum støði, men alt byrjar í smáum, og eisini í hesa verksmiðju er tað so.
Tað sum Dánjal á Neystabø leggur mest dent á í verksmiðjuni er, at læra luttakararnar at nýta hesi tól til at smíða egin løg, og eisini at menna tey tónleikaliga. Endamálið er ikki, at luttakarnir hava eitt endaligt úrslit, men at mannagongdin at koma hartil, verður gjøgnumgingin og terpa. Ein og hvør kann hava eitt liðugt útslit, men tá ein hevur amboðini í ordan, so verður tað nógv lættari hjá hesum komandi tónleikarunum at smíða egin løg.
Luttakararnirrnir dáma væl arbeiðsháttin, ið tey nýta í verksmiðjuni. Teimum dámar, at alt tað tey arbeiða við, er teirra egna tilfar. Hetta knýtir luttakarnir til verkið teirra, soleiðis at tey saman stremba ímóti sama málið, við hjálp av amboðunum ið Dánjal á Neystabø hevur givið tey: Teirra egna lag.J
John Schwartz Jacobsen
23. mars 2007
Fyrstu myndirnar frá stevnuni
23. mars 2007
Stevnutíðindi Ung í Føroyum Eystur 2007
Location: Glyvra Skúli
Event: Setanin av stevnuni Ung í Føroyum Eystur 2007
Áðrenn setanina varð byrjað við at gera katalog til myndlistaframsýningina, ið síðan varð hongd upp. Sang og dansiframførslurnar vórðu gjøgnumgingnar og skelti vórðu býtt út, so øll lærdu hvønn annan at kenna. Á henda hátt funnu bólkarnir saman beinanvegin.
Birna Heinesen bjóðaði vælkomin. Hon sá sum vænt sera gott út og var eitt stórt smíl í ballerinaskóm. Stevnan varð sett av tí eksplosivu Hedvig Westerlund-Kapnas, ið bjóðaði vælkomin til eina spennandi stevnu, ið faktisk longu var byrjað.
Tinna Tótudóttir, klaver, og Synnøva Magnussen, sang, høvdu eina framúr góða framførslu av sanginum “Memory”. Synnøva sang sum ein eingil, klárt og reint, og Tinna var sum altíð framúrskarandi.
Alisa, Diana, Eir, Katrin og Amy, tilsamans “Dance Chicks”, høvdu mixa lagið “Buster Rhymes” og fingið Iris.... at koreografera eina seriu til. Hetta var ein væleydnað framførsla, bæði synkroniseringin og samanspælið fungeraði avbera væl.
Upcoming orkestrið “NEDERLAGET” , legg merkið til navnið, varð styrkt við Hjørti Lamhauge á trombon og Jimmy Jönsson, sang. Í “NEDERLAGET” spæla Arthur Højgaard, bass, Harald S. Hansen, keyboard, Jaspur Jan Olsen, trummur, og Remi Langgaard, guitar. Verksmiðjuleiðarin Dánjal á Neystabø fór til verka beinanvegin og legði teimum lag á, so vit fingu eina exceptionelt flotta framførslu av “Play that funky music, white boy” hjá Wild Cherry.
Myndlistaframsýningin er sera fjølbroytt, við nógvum góðum blýantstekningum og einkultum akrylmyndum. Myndevnini eru uppstillingar, portrett og ymisk djór, ið vísa evni listafólksins at eygleiða og registrera.
Katrina í Geil
21. mars 2007
Dagsskráin komin!
Her kanst tú lesa dagsskránna fyri tær báðar stevnurnar.
Nú er tekningarfreistin úti, og vit leggja her lista yvir hvørjar av teimum fantastisku verksmiðjur, tit eru sloppin við á. Her er listin!
12. mars 2007
Tekningarfreistin longd!
Heilt fitt av tekningum eru komnar inn til UíF Eystur og UíF Suður, men enn eru tær ikki fullteknaðar. Tí verður freistin longd til fríggjadagin 16. mars.
Tey, sum longu hava tekna seg, kunnu tí øll rokna við at fáa bræv um, at tey eru sloppin við.
Ung í Føroyum Eysturverður í Glyvra skúla. Har eru sera góðar umstøður til bæði dans, tónleik, sjónleik og myndlist.
Alt gongur fyri seg í soma bygning, eisini máltíðir og framførslur.
Myndlistaframsýning við verkunum, sum tit hava skapt, verður í kommunuskrivstovuni í Runavík í eina viku eftir stevnuna.
Ung í Føroyum Suður verður í Stóra Pakkhúsinum í Vági. Vit fara eisini at brúka høli í bygningum í grannalagnum, soleiðis at allar verksmiðjur fáa høli sum eru góð til júst tað, sum tit fara at fáast við.
Máltíðirnar verða í Stóra Pakkhúsinum.
Gisting leygarnáttina og sunnunáttina verður í Skótahúsinum. Leygarkvøld verður hugnakvøld fyri luttakararnar.
22. februar 2007
Heimasíðan nýtt snið
Heimasíðan hjá Ungum í Føroyum hevur í dag fingið nýtt snið. Tað eru bert tær nýggju síðurnar, sum hava hetta sniðið. Tilfarið frá eldri stevnum er enn við gamla sniðnum. Skuldu onkrar slóðir verið komnar skeivt fyri, haldi okkum til góðar og sendi kanska eini boð til vevstjóran.
Minst til: Tekningarfreistin er tann 9. mars!! Tey, sum senda inn eftir hendan dag, kunnu ikki rokna við at sleppa við.
13. februar 2007
Soljóðandi bræv er í dag send skúlunum:
Endiliga, endiliga hendir tað aftur......
Eftir ta ótrúliga væleydnaðu stevnuna Ung i Norden, ið var Føroya størsta ungdómstiltak nakrantíð, kemur nú UNG Í FØROYUM EYSTUR í Runavík 23 – 24 mars og UNG Í FØROYUM SUÐUR, ið er í Vági 30. mars til 1. apríl.
Eitt fantastiskt vikuskifti, har ein rúgva av kreativum ungum føroyingum millum 13 og 18 ár fara á verksmiðjur innan SJÓNLEIK, TÓNLEIK, DANS og MYNDLIST. Hetta er staðið, har tú møtir øðrum ungum listafólkum, sjónleikarum, dansarum, tónleikarum. Eitt fullkomiliga einastandandi tilboð, har fimm listafólk hava eittans mál – at tú skal fáa tað allarbesta innan tað, ið tú heldur vera stuttligast.
Hvat tú enn hevur áhuga fyri í DANSI, um tú ert royndur ella óroyndur, so er Jamie Boylan maðurin. Hansara spennandi máti at arbeiða við contemporary dansi samansjóðar tað dynamiska arbeiðið á gólvinum og rørslur, sum falda seg út og veksa út í rúmið. Dámar tær hiphop, breakdance, ballet ella dámar tær rætt og slætt at røra teg, so fært tú høvi í hansara verksmiðju at samansjóða alt tað, tú dugir og flyta teg víðari gjøgnum hamskifti og broyting.
Hevur tú brúk fyri at vita meiri um SJÓNLEIK, hvussu tú setur upp, hvussu tit spæla saman og fáa undirstrikað tykkara rørslur á pallinum, so áskoðararnir skilja tykkara mið og mál, so er Kristina Hansen heilt fantastisk til at fáa teg at gera tað, tú altíð droymdi um. Kristina er útlærd sjónleikari, hevur spælt professionelt bæði í Grímu, Tjóðpalli Føroya, í filmi, leikstjórnað, undirvíst í sjónleikabreyt og hildið skeið.
Dánjal á Neystabø er vælkendur á føroyska TÓNLEIKapallinum. Hann hevur útbúgving sum klaverleikari frá Hollandi og Svøríki, men hevur eisini lært afrikanskt trummuspæl í Gambia. Bólkurin Tangz, Ævintýrferðin saman við Búa Dam, undirvísing, alt frá barnagarði til miðnámsskúla, hoyra til hansara royndir. Í tónleikaverksmiðjuni sleppur hvør tykkara at vera við til at avgera, hvat tit fara at gera saman.
Á Ung í Føroyum Suður er Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir verksmiðjuleiðari innan MYNDLIST. Aggi er ein spennandi eksperimenterandi listakvinna, við útbúgving frá Det Fynske Kunstakademi og hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og uttanlanda.
Verksmiðjan fer at snúgva seg um felags arbeiði - croquisform, modell fyri hvønn annan (í klæðum sjálvandi), felags málarí og so læra teknikkir “hen ad vejen”... Hetta verður avgjørt ikki at sita hvør sær framman fyri einum pappíri. Aggi leggur seg eftir at fylgja tí, sum tit hava upp á hjarta. So fáa vit at síggja...
Oggi Lamhauge verður verksmiðjuleiðari í MYNDLIST á Ung í Føroyum ‘07 Eystur. Oggi hevur fingið sína útbúgving sum grafikari í Íslandi, og hevur havt framsýningar í fleiri londum. Hann hevur ateljérið Oggiart í Sóldarfirði, og fekk 3 ára mentanarvirðirsløn landsins í fjør. Meira kunning um hansara verksmiðju kemur á okkara heimasíðu www.ungiforoyum.info í næstum.
Stevnan byrjar við, at tú (ella tín bólkur) sleppur framat at vísa tykkara egnu list – og tað kann vera alt frá myndlist (eisini standmyndir, installatiónir, design…) til tónleik innan øll sløg, sjónleik, dans, okkurt tú hevur skrivað, fotomyndir…. Allan leygardagin verða verksmiðjur og at enda vitja tit verksmiðjurnar hjá hvørjum øðrum.
Á Ung í Føroyum Suður verður skipað fyri gisting tvær nætur, meðan Ung í Føroyum Eystur er uttan gisting. Luttøkugjaldið er 300 kr, og tey, sum sleppa við, fáa girokort sendandi.
Tað er lætt at tekna seg: Far inn á www.ungiforoyum.info og fylg vegleiðingini innan 9. mars! Tú kanst eisini sms’a til Hedvig á 210125 ella til Birnu á 222443 og biðja um eitt tekningarskjal.
Kom við til eitt av ársins coolastu ungdómstiltøkum!
Fyriskipari av Ung í Føroyum Eystur er Runavíkar kommuna við stuðli frá øðrum kommunum í økinum.
Fyriskipari av Ung í Føroyum Suður eru kommunurnar í Vági, Hovi, Porkeri og Tvøroyri.
Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið eru stigtakarar til Ung í Føroyum stevnurøðina.
Nú fara brøvini út, har ung kunnu tekna seg til komandi Ung Í Føroyum-stevnurnar sum verða í Suðri og í Runavík í mars.
Tann fyrsta, Ung í Føroyum Eystur, verður í Runavík tann 23. og 24. mars. Her skipar Runavíkar kommuna fyri í samstarvið við Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið.
Onnur stevnan, Ung í Føroyum Suður, verður frá 30. mars til 1. apríl í Vági. Hesa stevnuna skipa Vágs, Tvøroyrar, Hovs og Porkeris kommunur fyri eisini í samstarvi við Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið. Hetta er 1. ferð ein Ung í Føroyum Suður-stevna verður hildin. Hon verður nakað longri enn vanligu millumstevnurnar.
Triðja stevnan, Ung í Føroyum Vestur, verður ætlandi hildin í heyst.
Her kanst tú lesa tíðindi frá Ungum í Føroyum í 2005 og í 2006