18. februar 2007

Stevnan er av

Í gjárskvøldið kl. 17 var stóri endabresturin á Ung í Føroyum 2008. Tann stóra sýningin gekk so væl, at nú eru myndafrásøgnir at síggja á bæði dimmu.fo og Portalinum og í kvøld verða frásøgnir í bløðunum.

Tíðindini her á UíF-síðuni koma út so hvørt hesar næstu tveir dagarnar, so blív endiliga við at vitja stevnutíðindini!

15. - 17. februar 2007

LES STEVNUTÍÐINDI!!

HYGG AT MYNDUNUM!

15. februar 2007

Stevnan er sett

Í kvøld kl. 17.30 setti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna og verndari fyri UíF stevnuna. Hetta var fyrsta almenna uppgáva hennara sum landsstýriskvinna.

Eftir hetta vóru framførslur og listaframsýning.

Les meira um hetta í stevnutíðindunum, sum verðaløgd út so hvørt tey verða skrivaði.

14. februar 2007

Síðsti fyrireikingardagurin farin aftrum

Nú eru bert fáir tímar til stevnan byrjar, og síðsti heili dagurin til fyrireikingar er farin afturum. Alt hevur gingið væl higartil. Her eru nakrar myndir av fyrireikingunum.

UíF 2008 - Dagin fyri

Pallroyndartíðir klárar

Nú eru neyvar tíðir til pallroyndirnar. Hygg HER.

Upplýsingar til tykkum, sum koma á stevnuna

Alt nýtt viðvíkjandi komandi stevnuni er at lesa HER.

Kom inn og les hetta minst eina ferð um dagin. Her er pallroyndarskrá, pakkilisti og annað týdningarmikið.

11. februar 2007

Landsstýriskvinnan við mentamálum verndari fyri stevnuni

Nýggi ráðharrin í mentamálum Kristina Háfoss hevur játtað at vera verndari fyri UíF 2008 og fer tí at seta stevnuna fríggjadagin.

11. februar 2007

1. stevnutíðindini!

Leygardagin var fyrireikandi fundur fyri allar luttakarar á Ung í Føroyum 2008 í Norðurlandahúsinum. Rakul Hansen úr Tíðindaverksmiðjuni hevur skrivað um fundin.

Les meira

9. februar 2007

Myndir frá fyrireikandi fundinum

4. februar 2007

Dagsskráin eitt sindur seinkað

Vegna sjúku er dagsskráin fyri UíF2008 vorðin eitt sindur seinkað, men nú er hon so at síggja HER. Dagsskráin kan takast niður í pdf HER.

27. januar 2007

Fundurin 9. februar!

Nú eru brøvini komin út til tey 60 hepnu ungu, sum eru sloppin inn á UíF2008

Les meira

27. januar 2007

Allar stevnumyndirnar í nýggja myndasavninum

Nú eru endiliga ALLAR stevnumyndirnar frá ØLLUM stevnunum komnar inn á okkara nýggja myndasavn. Tú kanst eisini vitja UíF-savnið, har er eitt sindur um alt, sum fyrr hevur verið á UíF.

Kom og hygg!

18. januar 2007

Tórshavnar Kommuna stuðlar ungdóminum

Ung í Føroyum hevur í ár fingið stóran stuðul frá Tórshavnar Kommunu.

18. januar 2007

Ráðið fyri Ferðslutrygd stuðlar ungdóminum

Ung í Føroyum hevur í ár fingið ein tryggan stuðul frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

16. januar 2007, kl 00.01

130 hava teknað seg til Ung í Føroyum!

Á midnátt lat tekningin til Ung í Føroyum aftur. 60 pláss eru á UíF 2008, so tey teknaðu eru meir enn dupult so nógv, sum pláss er fyri.

Les meira

15. januar 2007

Tað er cool at tekna seg til Ung í Føroyum!

Tekningarnar streyma inn til Ung í Føroyum 2008, ung halda altso at Ung í Føroyum er cool!

Les meira

15. januar 2007

Kvinna kemur í kvinnu stað: Rannvá fyri Kristinu!

Ein broyting afturat er komin í verksmiðjuleiðarahópin.

Les meira

5. januar 2007

Gevi gætur, tit sum longu hava teknað tykkum

Av tí at tað er komið okkum fyri oyra, at eitt av teldutøku tekningarskjølunum ikki er komið framm til okkara, biðja vit nú øll, sum hava tekna seg, og sum ikki hava fingið eina teldupostváttan uppá tekningina ella sum á onkran hátt ivast, um at seta seg í samband við okkum sum skjótast. Vit hava listan, so vit vita hvørji tekningarskjøl eru komin fram.

Teldutøka tekningarskjalið hjá okkum er nýtt, og kanska er hetta ein lítil barnasjúka. Allarhelst er tekning tín í lagið, tí vit hava longu fingið nógvar!

Hevur tú teknað teg við pappírsskjalið er sjálvandi ongin trupulleiki.

5. januar 2007

Kári fyri Dánjal!

Ein broyting er komin í verksmiðjuleiðarahópin.

Les meira

Hetta er ein lýsing fyri Ung í Føroyum, sum ein flokkur á Handilsskúla-num hevur gjørt fyri Ung í Føroyum

13. desember 2007

Meira um verksmiðjurnar

Nú er nakað at lesa um fleiri av verksmiðjunum!

Les meira

12. desember 2007

Send eitt UíF-postkort!

UíF hevur latið prentað eitt lýsingarpostkort til stevnuna. Tað er sent...

Les meira

1. desember 2007

Alt um Ung í Føroyum 2008

Alt, tú hevur hug at vita um stevnuna, kanst tú finna her á síðuni, og nógv spennandi tíðindi kanst tú eisini finna á Dimmalætting.

Les meira

1. desember 2007

Tekningin er nú opin til UíF 2008!!

Tøppa á Tekna teg! og so kanst tú beinanvegin her og nú tekna teg til Ung í Føroyum 2008!

Les meira

30. november 2007

Dimma stuðlar ungdómsmentanini

Dimmalætting og Ung í Føroyum hava gjørt samstarvsavtalu! Dimma vil stuðla ungdómsmentan og ætlar at gera nógv burtur úr stevnuni og øllum rundan um hana næstu mánaðirnar.

28. november 2007

Vit nærkast!

Nú eru bert tríggir dagar eftir til online-tekningin byrjar!

Brettið upp um armar og verið til reiðar at tekna tykkum til størsta afturvendandi ungdómsmentanartiltakið í landinum! Ímeðan tit bíða: Gerist UíF-vinir inni á www.myspace.com/ungiforoyum 

21. november 2007

Verksmiðjuleiðarar settir

Nú er skjótt greitt, hvørjar allar verksmiðjurnar á UíF 2008 verða. Flestu verksmiðjuleiðararnir eru nevniliga settir.

Les meira

19. november 2007

Ung í Føroyum á MySpace

Nú eru Ung í Føroyum eisini á MySpace! Komið inn og gerið okkum til vinir tykkara her:

www.myspace.com/ungiforoyum  

15. november 2007

Ung í Føroyum á Facebook

Ein bólkur er gjørdur á Facebook, har øll Ung í Føroyum áhugað kunnu práta saman. Far inn her og hygg:

http://www.facebook.com/group.php?gid=20129813464

31. oktober 2007

Dagur settur á UíF 2008

Dagarnir, tá Ung í Føroyum 2008 í Norðurlandahúsinum verða, eru nú ásettir! Tann 15. til og við 17. februar 2008 er Norðurlandahúsið opið fyri 60 fúsum unglingum í aldrinum 13 til og við 18 ár.

Her kanst tú lesa tíðindi frá Ungum í Føroyum í 2005 og í 2006 og eldri tíðindi frá 2007