Av tí at fleiri hava ivast í tekningarskjalinum, senda vit her nakrar spurningar, sum vit fegin vilja hava tykkum til at svara, fyri at vera vís í, at ongar misskiljingar eru.
1. Ætlar tú at vísa nakað á pallinum 1. kvøldið á stevnuni?
Hetta er ein innanhýsis sýning, bara fyri okkum, sum eru á stevnuni. Her kunnu tit vísa eitt sindur av tí, tit duga og fáast vit listarliga til gerandis. Soleiðis kunnu tit longu áðrenn verksmiðjurnar læra hvønn annan at kenna á ein øðrvísi hátt.
Har er so at siga onki mark fyri, hvat og hvussu tit kunnu vísa, tað tit takast við, bara tað er listarligt.
Til ber at vísa eitthvørt á pallinum: spæla sjónleik, tónleik, sang (kór, solo...) - dans, mótaframsýning við egnum designum, lesa upp egnar yrkingar og aðrar tekstir, sirkuskynstur, slangutemjing, livandi standmyndir, áhugaverdar happenings............
Á framsýningini kunnu tit vísa tekningar, málningar, standmyndir, design, tekstir.......
GER OKKUM BILSIN! Finn uppá okkurt, sum kanska ongin hevur gjørt áðrenn, alt ber til, tað eru tit sum vísa, hvat tit halda vera áhugavert, spennandi, ikki til at liva fyriuttan.........
2. Um tú longu hevur teknað teg at vísa nakað fríggjakvøldið, men enn ikki givið okkum neyvar upplýsingar, mugu vit fáa tær sum skjótast.
Hesar eru:
Øll innsløg og listaverk skulu hava eitt heiti!
Pallinnsløg skulu hava tíð og projektlýsing (hvat slag hetta er) og neyðugar tøkniliga upplýsingar
Framsýningarlutir skulu hava stødd og eina projektlýsing ( hvat slag tað er)
Gevi Gætur: Tann 14. februar verður felagsfundur fyri øll tey, sum eru sloppin inn. Tá skulu allir lutir til framsýningina latast inn, so tit mugu hava teir lidnar tá.
Nógv hava teknað seg til stevnuna, so tað verða bert fá, sum ikki hava eitthvørt at vísa fram fríggjakvøldið, sum sleppa við.
Um tit vilja leggja nakað afturat tekning tykkara, tekni tykkum IKKI av nýggjum (tað ber kortini ikki til, tí tekninginer afturlatin), men sendi okkum ein t-post á uif@nlh.fo. Vit skriva so upplýsingarnar inn í tekningina hjá tykkum.
SEINASTA FREIST AT SVARA ER TÝSDAGIN 2. FEBRUAR, men geri tað kortini helst beinanvegin!!!
P.S: Minnist til at seta fulla navn tykkara á svarið.
Um nakað er, sum tit ikki skilja, hyggi so á http://www.ungiforoyum.info/OSS/alt_um_uif.html og vilja tit vita meira um fríggjadagframførslurnar, so hygg her: http://www.ungiforoyum.info/vis.html.
Um enn er nakað tit vilja vita, so skriva til uif@nlf.fo ella ring tlf 210125 (Hedvig) ella 216596 (Rakel).
Bestu heilsur J
Rakel Helmsdal og Hedvig Westerlund-Kapnas, projektleiðarar