14. februar er vanliga ein dagur, ið pør kring allan heimin gleða seg til, men í ár hava 100 ung kring Føroyar eisini glett seg til hendan dag, og av heilt øðrum orsøkum: Ung í Føroyum byrjaði so smátt hendan dagin.
Hendan dagin skuldi alt tað praktiska gerast, luttakararnir skuldu bera inn síni myndlistaverk og upplýsingar til tær ymsu framførslurnar, tey ætlaðu at hava á Ung í Føroyum 26. – 28. Februar. Nógv var práta millum tey ymsu ungu, man møtti gomlum kenningum og prátaði við fólk man ongantíð hevði hitt fyrr. Tey ungu vóru øll ógvuliga litrík og høvdu ein listarligan dám yvir sær; tað sást, at tey vóru glað fyri at vera har, og at vera saman við øðrum, ið høvdu somu áhugamál.
Eftir at alt var latið inn og øll høvdu fingið síni navnaskelti, varð farið inn í eitt størri rúm, har Hedvig Kapnas og Rakel Helmsdal greiddu eitt sindur frá um Ung í Føroyum og reglunum, ið eru galdandi har; og teir ymsu verksmiðju leiðararnir greiddu frá sær sjálvum og sínum verksmiðjum.
Síðani fóru øll í sínar verksmiðjur at práta um, hvat tey ætlaðu sær at gera, og hvat tema teirra verksmiðja skuldi hava. Eisini høvdu tey ungu tikið ein lut við sær, ið tey skuldu greiða eitt sindur frá um, og tað var ógvuliga áhugavert og stuttligt at síggja og hoyra um, hvat tey høvdu tikið við. Tá tey høvdu sitið í bólkum eina løtu samlaðust øll aftur og greiddu frá hvørja niðurstøðu tey vóru komin til, viðvíkjandi sínum verksmiðjum.
Og tað ljóðar til, at Ung í Føroyum í ár fer at vera monster feitt!
Gleði tykkum til vikuskiftið 26. til 28. Februar, tí tað er har, tað sker! :D