Sunnudagin 14. februar møttu uml. 60-70 ung upp í Norðurlandahúsinum til ein fyrireikandi arbeiðsfund. Fundurin var ætlaður til at tey ungu kundu hitta hvønn annan og læra hvønn annan at kenna. Eisini var høvi til at seta spurningar, fáa leiðbeining um ymiskt, t.d. hvat tey skulu hava við, hvar tey skulu sova o.t.
Kl. 14.55 vóru longu fleiri møtt upp og stillaðu seg í kø, fyri at lata teirra listaverk inn.
Øll fingu eitt navnaskeltið í part við navni og verksmiðju á. Hvør verksmiðja hevði sín egna lit á bandi, so tað var lætt at finna útav, hvør var saman við hvørjum í verksmiðjunum.
Tá klokkan nærkaðist 16.00 vóru øll biðin um at fara oman í salin, har tey skuldu fáa kunning um stevnuna.
Hedvig Westerlund-Kapnas, og Rakel Helmsdal eru projektleiðarar av stevnuni, og tær stóðu eisini fyri kunningini.
Í salinum sótu allir verksmiðuleiðararnir, men tíverri var Vígdis Hentze, leiðari av dansiverksmiðuni, enn í New York, og Joel Colas, leiðari av Ný Sirkus verksmiðjuni, var enn í Frankaríki.
Verksmiðjuleiðararnir presenteraðu seg sjálvan og fortaldu, hvat tey fóru at arbeiða mest við o.a. Hvørjir verksmiðjuleiðararnar eru, kunnu tit lesa meiri um á heimasíðuni: www.ungiforoyum.info
Tó var ein annar persónur í presenteraði seg sjálvan, ið ikki var verksmiðjuleiðari.
Tað var Benny. Benny fer at ganga runt ímillum allar verksmiðjurnar og njósna, og hyggja hvat onnur gera, og hvat gongur fyri seg aðrastaðnis. Benny hevur verið á Ung í Føroyum 2008, men blívur helst ongantíð troyttur av at njósna runt. Benny tosar eitt sindur av føroyskum, annars íslendskt og enskt.
Á leguni hava vit eisini stórasystkin. Stórasystkini eru fólk ið hava verið so ofta á Ung í Føroyum, og tá tað vóru yvir 100 í meldaðu seg til, barð tað ikki til at lova teimum við, eisini vóru tey flestu yvir 18 ár, maksimum aldrinum fyri at luttaka. Stórasystkini fara at gera alt trælaarbeiði fyri okkum skemtaði Hedvig. So sum at taka av og á borðinum o.s.v.
Eisini eru stórasystkini her fyri at kunna tosa. Um onkur hevur okkurt at tosa um, ið tey ikki vil tosa um við onnur, so eru stórasystkini her fyri at lurta og hjálpa, líkasum ordilig stórasystkin.
Eisini var fortalt, at navnamerki ið vit fingu, um vit mistu tað vekk, fingu vit ongan mat.. Tað var tó ikki heilt seriøst, men tað er rímiliga umráðandi at altíð hava tað uppi á sær.
Fyri tveimum árum síðani, tá Ung í Føroyum var í februar 2008, fingu allir leguluttakararnar eina Ung í Føroyum T-shirt, men í ár verða ongar. Tá hoyrdist um salin at tað var nokkso keðiligt, men tá vit fingu at vita, at vit fingu Ung í Føroyum armbond fór hýrurin uppaftur.
Sovi verður í HB húsinum. Har verða náttarvaktir og húsi verður stongt kl. 01.00. Tó er ikki loyvi at fara frá leguni. Tað er ikki loyvi at fara heim, at keypa, ella gera nøkur privat ørindi undir stevnuni. Í HB húsinum plagar at vera eitt sindur kalt, tí radiatorarnar hanga langt uppi á loftinum, so hitin kemur ikki beinanveg oman, har vit skulu sova. Skemta var við at hava ullint undirklæði, ið komu niðurum knæ og tjúkka madrassu við.
Fari var niðan í ein annan sal, har borð vóru sett upp til hvørja verksmiðju. Har setti hvør verksmiðja seg niður við sínum verksmiðjuleiðara, lærdu hvønn annan at kenna, og fingu eitt sindur meiri at vita um verksmiðjuna og sjálvan leiðaran. Áðrenn biði var komi til fundin, vóru øll biðin um at taka eitt persónligt ting við. Hetta tingið vístu tey so fram tá, og fortaldu hví tey høvdu tikið tað við o.a.
Síðani var fari oman aftur i hin salin har tey fingu tað síðsta av kunningini.
HB húsi verur opið um dagin, tá vit skulu møta 26. februar, so at foreldur kunnu lata madrassur og o.a. vera har, ístaðin fyri at vera noydd at bera tað frá NL-húsinum og oman aftur.
Øll, ið eru á stevnuni skulu møta stundisliga og vera við til ALT. T.v.s. frá fríggjadegi seinnapart, til sunnukvøldið eftir stóru framførsluna.
At enda varð greitt frá um pallroyndartíðirnar hósdag og fríggjadag áðrenn stevnuna og opna pallin leygardagin. Eisini at sunnudagin, síðsta dag í stevnuni, verður almenn sýning, ið øll kunnu koma til. Hon byrjar klokkan 18.00 í Norðurlandahúsinum. Pláss til sýningina eru til keyps á heimasíðuni : www.nlh.fo
Aftaná tað var fari avstað, og øll síggjast aftur fríggjadagin 26. februar.