Fyrst á senuna var Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, sum setti stevnuna, og aftaná hana kom Sasho Magnus Bjartsson uppá senuna. Sasho spældi klaver og sang ein sang. Sasho hevur sjálvur lært seg at spæla klaver og hann sang sangin Lívsmynd hjá Frændum fyri okkum.
Aftaná hann, komu Rakul Nielsen og Anna Malan Jógvansdóttir. Rakul og Anna Malan kalla sín bólk fyri Stolen. Tær ganga til Hiphop, og fríggjadagin dansaður tær okkum ein dans, ið tær sjálvar høvdu koreografera.
Nummar fýra á senuni vóru Berlinerne. Tað vóru Bjørk Búadóttir Tórgarð og Barbara Eysturoy, ið mimaðu ein sjónleik fyri okkum, sum tær kallaðu Rósan. Hana dámdi mær sera væl og tað giti eisini, at hini gjørdi tí tað bleiv klappa og rópt. Ikki bara til tær, men eisini til Sasho, Rakul og Anna Malan.
Jóhann Egholm Vørmadal var nummar fimm a senuni og hann skuldi spæla klassiskan guitar, ein sang ið eitur Romance de amor. Jóhann hevur spælt guitar í 2 ár. Tá hann kom út á senuna og byrjaði at spæla, bleiv kvirt. Hasin sangurin var heilt fantastiskur og ljóðaði simpelthen so gott!
Aftaná, Jóhann var liðugur at spæla og hevði fingið nógv klapp og nógv floyt eftur honum, bleiv ein filmur, ið tvillingarnar Daniel og Nikolaj Jensen hava gjørt, vístur á stórskíggja. Filmurin kallast Plads Til Alle.
Filmurin handlaði um at vera einsamallur og filmaði ein “emo” drong, ið var einsamallur allaðstaðnis har hann var og til endan komu nógv fólk og klemmaðu hann. Tað setti sikkurt nógvar tankar ígongd hjá forskeligum, og hjá mær. Filmurin var ordiliga gott gjørdur og var spennandi og stuttligur at hyggja eftur.
Nú kom Laila í Dali upp á scenuna. Laila hevur sungið alt sítt lív og hon elskar at syngja. Fríggjakvøldi skuldi hon syngja sangin Hurt hjá Christina Aguilera. Laila var ordiliga nervøs, tá hon stóð á scenuni og kláraði seg væl. Men eg veit, og sikkurt eisini onnur, at hevði hon ikki veri nervøs, so hevði hon sungið heilt fantastiskt, sum hon altíð plagar.
Lilja Luid kom aftaná og hon skuldi lesa eitt brot úr eini søgu, ið hon sjálv hevur skriva. Søgan eitur Tey gomlu húsini. Søgan handlar um ein drong, ið flytur inn í eitt nýtt hús saman við familju síni. Hann finnur útav at húsini spøkja og fyri 30 árum síðani var ein gamal maður deyður inni har. Restin av søguni hekk úti á Listaframsýningin, so at tey sum høvdu hug kundi lesa hana lidna.
Búgvi Johannesen var aftaná og skuldi eisini spæla guitar. Eisini hevur hann spælt guitar í 2 ár, men hann skuldi eisini syngja. Hann sang og spældi sangin: Fari mín egna veg hjá Finnur Jensen. Hann dugdi ógvuliga væl at bæði spæla guitar og syngja, og eg haldi, at eitt lítð smíl legðist á øll andlit, tá hann sang setningin “tá fuglurin fleyg, bleiv reyvin reyð, tað er okey, tað er okey”.
Lealand var aftaná við sanginum What If. Tað vóru Drós Reinert Joensen og Synnøva V. Magnussen, ið mannaðu bólki. Synnøva spældi guitar og sang og Drós sang eisini. Tær høvdu sjálvar gjørt sangin.
Tá tær vóru lidnar og øll høvdu klappa og rópt, var tað Mix-dans, ið fór uppá pallin. Tann bólkurin var mannaður av gentunum Lív Rúnadóttur Gjógvará og Mariu Viderø Danielsen. Tær hava báðar dansa og gjørt fimleik í nøkur ár og fóru at vísa ein koreografi, ið tær sjálvar høvdu gjørt.
Knurr var síðsti bólkur áðrenn pausuna. Tað vóru Kristianna M. Egholm, Kristian Larsen, Magnus Borgarlíð Hansen og Teitur Thorleifsson ið vóru við í hesum bólkinum. Tey skuldi bæði syngja og spæla sangin Viva la vida hjá Coldplay.
Nú var fari út á steingólvi har listaframsýningin var sett upp. Har vóru bæði fotomyndir, tekningar, málningar klæði og skulpturar at síggja. Meðan vit hugdu eftur myndum var har frukt og yogurt at fáa.
Aftaná var pausuna var Rebekka Petersen fyrst á pall. Hon spældi guitar og sang ein sang, ið hon sjálv hevur skriva. Hon hevur sungið í nógv ár og sjálv lært seg at spæla guitar. Sangurin hjá henni æt Mín Sangur.
Gunnbjørg Amondsen var næst og læs eina yrking upp ið æt Friends. Gunnbjørg var ræðuliga nervøs men hon kláraði tað ræðuliga væl og hennara yrking var øgiliga góð.
Maria Ronnadóttir var aftaná Gunnbjørg og bæði spældi og sang sangin Hurt hjá Johnny cash.
Aftaná kom aftur ein filmur hjá tvillingunum Daniel og Nikolaj Jensen. Hesin filmurin var kallaður Syltetøj, og handlar um ein gamlan mann, ið ikki fær sitt syltetøjsglas upp. Hesin filmurin var “ýber”skegur :D
Tshukahara var næsti bólkur, ið hevði manningin Kristina Thede Johansen og Sissal Drews Hjaltalin við. Kristina spælur Saxofon og Sissal Klarinett.
So var tað bólkurin Brel, ið gjørdi ein ótrúligan góðan sjónleik, ið kom uppá senuna. Tað vóru Randi Karlotsdóttir, Ester Justinussen, Borgný Súsonnudóttir Hansen og Laila Mote, ið skuldi frammføra leikin, men Laila var vorðin sjúk, so Sasho M. Bjartsson var komin at spæla fyri hana.
Bjarni Falkvard Joensen var næstur og skuldi spæla eina guitar solo fyri okkum øllum. Sjálvur hevur hann spælt guitar í 5 ár.
Næsti bólkur var Extensions við Turið L. Justinussen og Vár Samuelsen. Tær báðar gera filmeik og dansa og vístu okkum eina koreografi sum tær sjálvur høvdu gjørt.
So var tað Rakul Hansen. Rakul Hansen gjørdi eina óvanliga performance. Hon sang sangin I Will Follow you Into the Dark hjá Death Cab for Cutie. Men tá hon kom uppá senuna kom hon leiðandi í hond við vertinum, við bind fyri eygunum og einum guitarkassa í hondini. Hon setti eg uppá á stólin og byrjaði at spæla uppá guitarkassan, meðan hon sang og bakgrundi spældi ein akustiskur guitar á fløgu.
Rannvá Næs Hoydal læs síðani eina søgu hjá sær upp sum æt Prinsurin. Tað var ein søga, ið hon skrivaði um ein nyk.
Og síðst vóru tað Nölsinga Qoggurnar við manningini Saga Nadezda Elpida Kapna, Sissal Drews Hjaltalin og Laura Edit Tórhalsdóttir í framførdu sangin Pimp my WHAM-pire.