Sirkusverksmiðjan við Joel Colas

26. februar 2010

Eftir pallframførslurnar!

Eftir tær fantastisku pallframførslurnar hjá teimum einstaku UíF luttakarunum, varð hildin ein felagsfundur, har greitt var frá hvussu restina av kvøldinum skuldi fara fram. Tá fundurin var liðugur fóru luttakararnir í tær ymsu verksmiðjurnar at tosa um, hvat tey fóru at gera dagin eftir og tílíkt og bara hanga út við teirra familju fyri vikuskiftið. 

Aftaná hetta sluppu tey svongu, ungu listafólkini endiliga at eta tann feita og vælsmakkandi døguraðnátturan, ið innihelt spjaddar mongdir av høsnarungastykkjum og gularótum í sós, ein hóp av rísi, nógv salat og líka nógvan kærleika. Nógv varð prátað, meðan etið var, og onkrastaðni hoyrdist eitt láturannfall ella fýra.

Sirkusverksmiðjan gjørdi av at hava eina venjing í rútmu, meðan tey sótu við borðið; hetta var áhugavert at eygleiða og hoyra, tí tey nýttu bæði egnar likamslutir og stólar at gera ljóð við.  Borðið hjá teimum var tó eisini tað, ið var mest órudduligt tá vit arbeiðssomu stórasystkin fóru at rudda av og vaska eftir døguranátturan. So nú vita vit tað: sirkusverksmiðjan er tann mest órudduliga her á Ung í Føroyum 2010 - inntil víðari -  men tey duga so eisini at geva gott undirhald meðan etið verður.

Tá liðugt var at eta fóru øll út aftur í sínar verksmiðjur at arbeiða víðari, men tá var farin av 22.00 byrjaðu fólk so smátt at leita sær veg oman í HB-húsið, har tey skuldu sova. Klokkan 23.00 vóru verksmiðjurnar lidnar fyri dagin, og klokkan 00.30, tá Norðurlandahúsið lat aftur, vóru teir ringastu arbeiðsnarkomanarnir sendir oman í HB-húsið at sova.

Alt í alt, ein rættuliga góð byrjan til Ung í Føroyum 2010.

Charlotta Ingolfsdóttir Rasmussen, Miðlabólkurin