Bernharður er lyklamaðurin. Hann, sum setur alt saman í endanum. Eitt slag av katalysatori kann man siga. Eingin veit hvussu sýningin sunnukvøldið fer at verða, men Bernhardur skal nokk síggja fyri, at stevnan endar við einum braki!
Men sjálvandi hevur hann brúk fyri einari hjálpandi hond. Mín uppgáva, sum stórasystkin, er at vera vinstra hondin hjá Bernhardi. Higartil havi eg hjálpt til við hugskotum til endasýningina og tikið nakrar myndir. Men tað eru ikki bara vit, sum hava hugskot. Eg havi hoyrt okkurt um at verksmiðjuleiðarin á skriviverksmiðjuni fer at arbeiða saman við teimum í tónleiki og myndlist við at fáa eitt felags projekt upp at standa. Eisini sá eg hann og nakrar dansarar seta seg saman, men hvat tey gera, veit eg ikki. Men tað er ikki bara verksmiðjurnar, sum sleppa uppí part, eg veit okkurt um ein mjólkapakka, men hvat tað er, fáa tit at síggja sunnukvøldið.
Ja, nógv hendir her í Norðurlandahúsinum í løtuni, og tað verður sera spennandi at síggja, hvussu kreativa endasýningin fer at verða.