27. februar 2010

Myndlistaverksmiðjan

Eftir at hava leitað í ein hálvan tíma í tí endaleysu labyrintini sum er Norðurlandahúsið finni eg endiliga tær snúrandi trappurnar, ið leiða meg niður hagar myndlistaverksmiðjan heldur til; tá eg komi oman hoyrist ógvuliga nógvur látur og roks, og eg undrist, tí eru myndlistafólk ikki eitt serligani friðarligt fólkaslag? Eg komi inn í rúmið og hvat síggi eg..

Tvey borð fylt við akryl málinga tupum, akvarellir, blýantar, penslar, stórir dungar av pappír, bøkur við flottum tekningum í og annað gott. Á borðunum liggja eisini tekningar og málningar, og uppiyvir tekningunum sita tey ungu myndlistafólkini og arbeiða í full drøn meðan tey roksa og flenna og hava tað mega skeg! Tá eg spyrji tey hvat teirra tema er, so fái eg at vita at hjá teimum er alt loyvt, so leingi tað inniheldur nógvar og sterkar litir og inniheldur nógvar detaljur. Eisini sleppi eg at síggja eitt preview av tí tey fara at framsýna/framføra til stóru felagssýningina 28. Februar, og eg má siga, at tað er eitt nakað so feitt hugskot! Eg gleði meg so í hvussu er at síggja individuellu myndlista framsýningina og eisini teirra framførslu.

Charlotta I. Rasmussen, Miðlabólkurin