Tá klokkan var blivin 22:00 fríggjakvøldið opnaði HB húsi, so tá kundi man fara oman.
Tá klokkan var farin eitt sindur av 22:00 vóru eg og Rúni Haraldson fyrst oman í HB húsið. Men sum tíðin leið komu øll oman og tað var vátt og ófriðarligt allastaðni og eg haldi, at øll hugnaðu sær. Nakrar gentur vóru inni hjá dreinginum og tosaðu og hugdi í sjónvarp. Tað var øgiliga skeg!
Og inni hjá gentunum høvdu nakrar lagt seg, tær flestu tosa um gentuting og dreingir og sjálvandi eisini teirra verksmiðju og nakrar sungu meðan onkur spældi guitar. Tað var stakhugnaligt alt kvøldið.
Tá klokkan nærkaðist 24:00 fóru nøkur út á vøllin at byggja kavadreingir, tí tað vóru so fáir dreingir, ið høvdu melda seg til Ung í Føroyum í ár.
Men tá vit komu út var kavin so vánaligur, at hann brotnaði allatíðina, tá man stáplaði yvirkroppin á undirkroppin... Men so endaði tað við kavakríggj!!:D
Tá tað var blivið for kalt hjá næstan øllum, fóru vit inn aftur at hyggja í sjónvarp. Tað var tá, eg hoyrdi nakrar gentur syngja sangir hjá Orka, meðan Rebekka Petersen spældi guitar.
Tá klokkan var farin av 01:00 máttu allar genturnar fara frá dreingunum. Har vóru tár og tannagrísl, tá tær vóru drassaðar eftir búkinum út úr rúminum. Nei, eg tvætli. Tað var sagt farvæl og øll sóust aftur næsta dag.
Inni hjá gentunum høvdu allar næstan lagt seg, men enn vóru nakrar ið fjasaðu.
Ljósið varð sløkt og allar royndu at sova.. inntil dreingir byrjaðu at flenna sær búkmusklar, tá róptu allar, at teir skuldu vera friðarligir og leggja seg!
Á morgni aftur fekk eg so at vita, at dreingirnir fyrst høvdu lagt seg klokkan trý, so eg veit ikki hvussu hinar hava sovi, men eg havi sovi fínasta slag.
Tað var morgunmatur uppi í NLH kl. 08:00, tá fingu vit ordiligan lekkran morgunmat Mmmm.. :D
Klokkan 09:00 var morgunfimleikur í stóru høllini og eg haldi, at øll høvdu tað skeg og vaknaðu eitt sindur meiri tá. 20 minnuttir yvir var fari til verksmiðjurnar.