Stór noða av plastik strimlum, litríkt tyll, latex dúkar og onnur spennandi sløg av “tógvi”, er hvat design verksmiðjan arbeiðir við. Designararnir sita allar við hvør sínum pari av stokkum, ið heldur burdu kallast kustaskaft, tí hesir stokkarnir eru næstan líka langir, sum eg eri høg, hóast tað ikki er at siga so nógv.
Tá eg spyrji tær, hvat teirra tema er, eins og eg havi spurt á hinum verksmiðjunum, svara tær at temaðið er rørsla. Tað verður áhugavert at síggja hvussu úrslitið hjá teimum verður av hesum heldur øðrvísi bindingar amboðunum, ið tær sleppa at gera teirra egnu bindingarmynstur við. Tær binda við eygum gjørdum av skrelliposum, blandað við pink tyll.
Trý orð, ið karakterisera designverksmiðjuna í ár: Litríkt, løgið og super mega áhugavert!