Um man skal finna tónleika verksmiðjuna, so skal man bara ganga eftir ljóðinum. Fyrst gekk eg oman í Klingruna, tí har ljóðaði harðast; hvat eg fann har, var ta einu helvtin av tónleikaverksmiðjuni í ferð við at venja teirra sang um kalda veturin, og longsulin eftir heita summarinum. Eg fekk tey at tiga eina løtu og greiða mær frá, hvat tey høvdu gjørt allan dagin, og hvussu tónleikaverksmiðjan var skipað. Eg fann útav, at hin helvtin av verksmiðjuni hevði gjørt sín egna sang eisini, og skundaði mær víðari at hoyra, hvat tey høvdu funnið uppá.
Eg fann tey inni í einum rúmi fult í gongd við at venja, og tey høvdu fingið hjálp frá verksmiðjuleiðaranum Niclas Johannesen at leggja teimum lag á rútmuna. Eg sat og lurtaði eina løtu og fekk knappliga fortalt, at tey, ið høvdu gjørt sangin vóru øll 13 – 14 ára gomul. So ja, vit hava nakrar sakin tónleikarar á Ung í Føroyum í ár!
Eg lat tey sleppa at venja víðari í frið, tí um eg hevði verið verandi hevði eg nokk snuppað ein gittara og jamma við, so funky ljóðaði tað. Fólk hava nógv at gleða seg til til felagsframførsluna!