Var hetta fyrsta val?
Ja
Hevur tú verið á UíF fyrr?
Nei. Eg visti ikki um tað. Í 2008 visti eg um postkortini, men eg visti ikki, at tað var nakað, man kundi melda seg til. Tað fann eg útav tað vikuskiftið stevnan var. Men eg hevði nokk ikki meldað meg til tá, tí eg var so smæðin.
Hví ert tú her?
Øll rósa tað so nógv, og siga tað er so gott. Næsta á fari eg á eftirskúla, og so er tað student, kanska tíðin ikki er so góð tá. So eg helt, at hetta var mín møguleiki.
Hvat hevur verið stuttligast?
Verksmiðurnar, kanska tað er eitt sindur strævið at læra trinini og rutinuna, men tá tað er sett saman, er tað suverent.
Hevur hetta verið sum vænta?
Ja, og meir. Eg væntaði hart arbeiði, eta og sova. Men her er jú eisini hygg, mann kann hava tað skeg og læra fólk at kenna, so tað er gott.
Hevði tú tíma aftur á uíf?
Ja, tað haldi eg. Tað er mega deiligt við einum øðrvísi vikuskifti. Mann gongur vanliga í skúla, og so hevur mann vikuskifti, hvar tað altíð er tað sama. Tað er altíð gott við onkrum nýggjum.
Nakað at leggja avtrat?
Ja, hetta er faktist fyri meg, ein møguleiki fyri lívið! At fáa dansi undirvísing frá dugnaligum dansara, og har avtrat, sleppi eg at dansa framman fyri nógvum fólki.
Takk fyri :)