Var hetta títt fyrsta val:
Ja. Eg havi valt tað, tí eg elski at vera kreativ og kundi hugsa mær at verði designari.
Hví hevur tú valt hesa verksmiðju:
Eg elski kreativ ting og vildi gjarna læra okkurt nýtt.
Hevur tú verið fyrr:
Nei, hetta er fyrstu ferð.
Hví er tú her í Ung í Føroyum:
Hoyrdi um tað frá vinfólki. Fór at lesa eitt sindur um tað, og helt at tað kundi verið læruríkt at roynt. Eg eri komin fyri at læra okkurt nýtt listarligt.
Hvat hevur verið stuttligast:
Hugnakvøldini eru heilt sikkurt tað stuttligasta. Ymisk talentir koma fram og tað er stuttligt at síggja, hvat fólk duga.
Hevur hetta verið sum væntað:
Tð var annarleiðis í design enn væntað. Eg hevði væntað at seyma meira, men tað hevur verið stuttligt at roynt okkurt nýtt. Eg eri komin at kenna nógv nýggj, og tað er stuttligt, tí at fólk kunnu vera, sum tey hava hug til. Man kann hava sín egna identitet.
Hevði tú nakað við at vísa fram:
Eg hevði eina Poncho og eina tasku við til listaframsýningina.
Hevði tú tíma at komi aftur í UíF:
Ja, um tað var møguligt.