Hevur tú fyrr luttikið í Ungum í Føroyum?
Nei, tað havi eg ikki. Hetta er fyrstu ferð eg eri við.
Hvørjari verksmiðju ert tú á, og hvussu dámar tær hana?
Eg eri í sirkusverksmiðjuni, sum var mítt fyrsta val. Eg haldi, at tað er ordiliga skeg og læri nógv spennandi. Eg havi ongantíð fingist við 'sirkus' fyrr - bara í barnagarðinum - og tað er skeg at læra tað.
Hví vildi tú sleppa við á stevnuna?
Eg helt, at tað ljóðaði skeg – hóast eg ikki kendi nakran sum var við, havi eg saman við foreldrum mínum verið og hugt at øllum teimum 'Ung í Føroyum' framførslunum, ið hava verið í Norðurlandahúsinum, og helt tað virkaði sera áhugavert. Og nú vildi eg so sjálv royna at vera við.
Hevur stevnan so livað upp til tínar vónir?
Satt at siga hevði eg ikki gjørt mær nakrar rættiligar vónir, tí eg visti ikki, hvat eg skuldi vanta. Men tað hevur verið skeg.
Nakað, ið tær hevur dáma serstakliga væl?
Alt. Tað hevur alt í alt verið ein sera spennandi og góð uppliving.
Kundi tú hugsa tær at komi aftur eina aðru ferð?
Ja, heilt sikkurt