Luttakarar á Tónleikaverksmiðjuni

28. februar 2010

Samrøða við Gunnbjørg Amondsen, 13 ár úr Havn, luttakari á Tónleikaverksmiðjuni.

Hevur tú verið í UíF fyrr?

Nei, tað havi eg ikki.

Hví hevur tú meldað teg til UíF?

Hoyrdi um tað í útvarpinum. Helt, at tað ljóðaði stuttligt, so eg og ein vinkona meldaðu okkum til. Hon slapp ikki við í fyrsta umfari, men hon hevði ikki lagt merki til tað, so hon flutti pengarnar allíkavæl. So slapp hon við.

Hvat hevur tú við at vísa fram?

Eg hevði eina yrking, sum eg sjálv havi skrivað, við. Hana las eg so upp á pallinum fríggjakvøldið. Tordi ikki heilt at syngja.

Hvat hevur verið stuttligast UíF?

Eg haldi, at tað hevur verið so stuttligt og hugnaligt, tá øll hava sungið saman. Serliga í steðginum, tá tey í hinum verksmiðjunum eisini hava verið við og øll bara hava improviserað.

Hevur Ung í Føroyum verið, sum tú væntaði?

Faktist hevur tað verið stuttligari, enn eg væntaði. Eg havi lært nógv nýggj fólk at kenna. Eg eri eisini bilsin av, at øll duga so væl at syngja.

Hevði tú tíma meldað teg til UíF aftur?

Ja, heilt vist! Tað hevur verið so stuttligt!

Jóhanna Magnussardóttir, Stórasystkin