Í dansiverksmiðjuni arbeiða tey við trimum ymsum serium; einari nokkso funky og pepputa seriu. Eina seriu, sum genturnar dansa til ein tekst, ið Rannvá Hoydal Næs hevur skrivað. Hendan verður framførd uttan nakran tónleik, og sær ógvuliga lyrisk og poetisk út. Eisini eina seriu, har dansararnir hava maskur á høvdinum, og dansa ein óhugnaligan dans til ljóðið frá eini elektriskari cello.
Leygardagin lærdu tey ymsar rørslur, sum verksmiðju leiðarin Vígdis Hentze vísti teimum, og seinni settu tey hesar rørslurnar saman og gjørdu maskudansin burturúr hesum. Dansararnir komu eisini við sínum egnu uppskotum og broytingum, og sum tað sær út í løtuni, er tað ógvuliga feitt.