28. februar 2010

Skriviverksmiðjan

Skriviverksmiðjan hevur ikki arbeitt við nøkrum ávísum tema, men verksmiðjuleiðarin hevur samstarva við hinar verksmiðjurnar, og tískil hava tey luttakandi í skriviverksmðjuni skriva ymiskt fyri hinar verksmiðjurnar.

Ymiskt tey hava arbeitt við á hesi verksmiðjuni er, at lurta eftir tónleiki og skriva tað teimum fall inn, skriva eina mynd og ymiskt annað áhugavert. Leiðarin, Petur Pólson,  segði mær eisini, at hann at byrjan við ikki vildi siga luttakarunum, at tey nú framleiddu endalig verk, ið skuldu brúkast til felagsframførsluna, tí at so hevði tað forða kreativu processini, tí at tað heldur var ferðin, og ikki endamálið, ið hevði týdning.

Tá eg so spurdi, hvussu fór at vera við at halda samband og annað tílíkt eftir at Ung í Føroyum var liðugt, svaraði Petur “Eg eri ein dunna við einum veingi, ið er brotin.” Ja, man skal kanska hava verið har fyri at skilja samanhangin, men hetta framkallaði nógvan látur. Longu tá eg reisti meg at fara, vóru tey aftur fult í gongd við at skriva, og eg rokni við at man fer at hoyra nógv frá hesum yrkjarum, rithøvundum og sangskrivarum seinni.

Charlotta I. Rasmussen, Miðlabólkurin