Tá eg sníkti meg inn í rúmið har sirkusverksmiðjan heldur til, stóðu allir luttakararnir runt um ein stóran pappkassa og hugdu at honum. Knappliga fór hann upp og út komu tveir av luttakarunum. Eg slapp at læna ein av teimum, Borgný, at spyrja hana, hvat tey hava gjørt higartil.
“Vit hava einki orduliga tema, men vit hava arbeitt nógv við pappeskjum, jonglera, spælt rútmur á eskjurnar og ymiskt annað. Eisini hava vit gjørt nógv við plastikposar, arbeitt við rørslum og fingið posarnar at virka livandi, t.d. við at blása í teir so at teir síggja út til at anda.”
Eg fekk eisini at vita, at tey ikki hava havt tíð at lært nakað ordiliga “ringt”, sum t.d. at ganga á línu og tílíkt, tí at eitt vikuskifti ikki er nóg langt at læra tílíkt.
Okkara prát lokkaði nakrar aðrar luttakarar til, og saman byrjaðu tey at fortelja um, hvussu ekstremt væl leiðarin hjá teimum, Joel Colas, dugir, og hvussu nógv tey hava lært av honum. Tey fortaldu eisini, at tá tey byrjaðu vóru øll ordiliga smæðin, men nú síggja tey hvønn annan sum teirra sirkusfamilju.