Takk fyri seinast øll somul :)
Tá stevnan var av, funnu vit heilt fitt av gloymdum lutum í HB-húsinum og Norðurlandahúsinum. Um tit sakna nakað, er her ein listi yvir tað, vit hava funnið. Tit kunnu koma í Norðurlandahúsið eftir tí gloymda, tá húsið er opið. Spyrji eftir Amaliu, men um hon ikki er har, kann onkur annar helst eisini hjálpa tykkum.
Listin:
- einir svartir gummistyvlar
- einir bláir gummistyvlar
- eitt SONY digitalkamera
- ein grá/svartur jakki frá Vero Moda
- eitt hvítt hekla belti
- eitt svart hálsatussiklæði við gráum og hvítum strípum
- ein svørt bindiblusa frá Atmosphere
- brúnar/appilsinlittar skinnhandskar
- eina bláa blus við høsnarungum og stjørnum frá Xcepsion.
- ein føtexposi við eini violettari blusu, einum laki og nógvum hosum
So manglar tú nakað kom í Norðurlandahúsið. Er nakað tú vilt spyrja um, so skriva til amalie@nlh.fo ella ring 351351.