|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
2. desember 2005
Nú ber til at tekna seg til Ung í Føroyum 2006!
Nú fara brøv út til øll ung frá 13 til og við 18 ár í landinum, har tey fáa boð um og kunnu tekna seg til komandi Ung í Føroyum-stevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum frá 3. til 5. mars 2006.
Lesi brævið HER!
Her kunnu tit fáa fatur á TEKNINGARSKJALINUM!
9. november 2005
Ung í Føroyum Suður útsett
Upprunaliga var ætlanin at royna at hava tríggjar Ung í Føroyum Millumstevnur í 2005, eina í eystri, eina í vesti og eina sunnanfyri. Hetta hevur tíverri víst seg ikki at bera til, tí tað hevur verið so mikið tíðarkrevjandi at skipa fyri UíF Eystur og UíF Vestur, av tí at hetta er fyrsta ferðin, at millumstevnurnar eru. At tað varð Suður-stevnan, sum kom at bíðja, komst av, at eitt stór mentanartiltak var í Vági í vár.
Vónandi fer at bera til at skipa fyri eini UíF Suður komandi heyst.
7. november 2005
Ung i Norden nýggja heimasíðu
Stóra ungdómsmentanarstevnan Ung i Norden, sum verður í Havn komandi summar, hevur nú fingið egna heimasíðu. Her sæst m.a. hvønn ein skal seta seg í samband við, um áhugi er fyri at luttaka. 25 føroysk ung sleppa við saman við hinum 225 ungu úr øllum Norðurlondum. Heimasíðan er www.unginorden.fo
14. september 2005
Ung í Føroyum í Norðurlandahúsinum næstu ferð
Nú er tíðin fyri næstu Ung í Føroyum-stevnuna sett. Hon verður í Norðurlandahúsinum tann 3. til 5. mars 2006.
Hetta verður ein av teimum stóru stevnunum, sum varir í 2½ dag við gisting og har 60 ung sleppa at taka lut. Tilmeldingarskjøl og fleiri upplýsingar fara at koma út einaferð seinni í heyst, so minnist til at vitja aftur á síðuna!
12. september 2005
Framsýning Føroya Banka í Sørvági

Ung í Føroym Vestur er av av hesum sinni, hesa vikuna ber kortini til at síggja listaverkini, ið vóru sýnd fram á stevnuni og eisini tær bøkur, ið vóru framleiddar á verksmiðjuni "Mynd & Orð - bókin sum listaverk", á framsýning í Føroya Banka í Sørvági. Framsýningin er opin til og við fríggjadagin tann 16. september.
Stevnutíðindi, Sára Zakariasardóttir skrivar:
Morgun 2. dagin
Samrøður við luttakarar
Um verksmiðjurnar
9. september 2005
Stevnutíðindi, Sára Zakariasardóttir skrivar:
Stevnan byrjar
Framførslurnar á innanhýsissýningini
7. september 2005
Nú er dagsskráin fyri stevnuna klár. Hygg her!
2. september 2005
Tíðindaskriv sent fjølmiðlunum:
Ung í Sørvági, ungdómslistastevna 9. og 10. september:
fýra verksmiðjur, listaframsýning og høvi at vitja
Nú freistin er úti at melda seg til Ung í Føroyum Vestur í Sørvágs skúla, gleða fyriskipararnar seg at taka ímóti luttakarunum næsta vikuskifti.
Felagskommunan í Vágum, sum stendur fyri tiltakinum í samstarvi við Norðurlandahúsið, hevur gjørt alt fyri at tryggja, at luttakararnar fáa bestu umstøðurnar. Tveir verksmiðjuleiðarar, Jóna Thomsen og Áslaug Jónsdóttir, búgva uttanlanda, og koma til Føroyar serliga til hetta høvi. Vágoyggin eru umboðað av Sámali Ravnsfjall og Katrini Jørgensen. Mikkjal Helmsdal undirvísir í sjónleiki. Allir verksmiðjuleiðarar eru yrkislistafólk.
Fríggjakvøldið kl. 16 hittast luttakararnir, og flestu teirra sýna tá fyri hinum stevnuluttakarunum eitthvørt, sum tey hava fyrireika sjálvi: m.a. dans, floytuspæl, klaver og sang, enntá ein stuttfilmur er á skránni. Ein listaframsýning kemur eisini upp fyrsta kvøldið. Allan leygardagin arbeiða tey ungu síðani saman við verksmiðjuleiðarunum. Sama kvøldið millum kl. 18 og 19 kunnu øll áhugaði vitja verksmiðjurnar og fregnast eitt sindur um, hvussu arbeiðið fer fram.
Vikuna eftir, t.e. 12. 17. september, verður framsýningin at síggja í hølunum hjá Føroya Banka í Sørvági. Myndlistaverk og bøkurnar, sum verða skaptar í verksmiðjuni “Mynd & orð, bókin sum listaverk”, verða sýnd.
Ætlanin er, frá nú av, at halda smærri Ung í Føroyum-stevnur ymsastaðni í landinum støk ár, meðan stevnan í Norðurlandahúsinum heldur fram makað ár. Hetta er bæði fyri at fáa fleiri samstarvspartar, og at tryggja sær, at hetta ikki verður til eitt høvuðsstaðartiltak burturav. Í tilmeldingunum hesaferð er lutfallið av ungum av bygd munandi størri meðan ein stórur bólkur eisini eru tey, sum hava verið til líknandi tiltøk fyrr, og hava glett seg til at koma aftur.
Sum vanligt, eru tað tey ungu millum 13 og 18 ár, sum eiga stevnuna. Tó eru nøkur, sum eru fylt 19, við á stevnuni. Hesi hava valt at halda fram sum ungir fyriskiparar, ella “stórasystkin”, sum tey verða nevnd. Tey verða frásøgufólk á sýningina fríggjakvøldið og taka sær av ymsum praktiskum arbeiði á stevnuni og hjálpa eisini til sum tíðindafólk.
1. september 2005
Nú verður tað!
Um ein góða viku byrjar Ung í Føroyum Vestur. Tey, sum eru sloppin við á stevnuna, hava fingið boð og fyrireikararnir eru spentir at síggja verk teirra, bæði tey, sum tey hava við sær og tey, sum tey fara at avrika á stevnuni saman.
Sum vanligt verður fríggjakvøldið nýtt til at síggja sýningar og framsýningar hjá hvørjum ørðum og at læra at kannast eitt sindur.
Leygardagin verða verksmiðjur allan samlan dagin, og seinasta tíman fær almeningurin høvi at koma inn á gólvið og snodda eitt sindur at verksmiðjunum, sum verða opnar hendan tíman. Hvat verður at síggja veit ongin enn, kanska smáar framførslur, kanska ungfólk, sum arbeiða ágrýtin at fáa nakað við eisini hendan seinasta tíman. Øll eru vælkomin!
|
|
|
 |
|
|
Fyriskipararnir meta, at hetta kann komast av, at brøvini, sum boðaðu frá stevnuni ikki komu til nógvar av skúlnum fyrr enn lestrartíðin til próvtøkurnar var byrjað, og at nógv tí als ikki fingu brævið. Tí er avgjørt at leingja tekningarfreistina til
26. august. Boð um hetta er farið til allar skúlar og fjølmiðlarnar.
So tú, sum ikki náddi at senda inn tekningarskjalið áðrenn 30. juni, hevur enn møguleika at fara inn her á heimasíðuna eftir einum tekningarskjalið (um tú ikki hevur fingið tað í skúlanum), ella senda t-post til uif@nlh.fo og síðan senda inn um skjótast, - í seinasta lagið tann 26. august.
Tey, sum sleppa við, fáa bræv uml. tann 2. september.
Fyriskipararnir hava tó avgjørt, at tey, sum søktu innan fyrru freistina, fáa bræv beinanvegin um, at tey eru sloppin inn. Vit vilja tí hervið bjóða teimum vælkomnum á Ung í Føroyum Vestur 2005, fyrstu Ung í Føroyum-stevnuna í Vágum.
7. juni 2005
Tíðindaskriv - Ung í Føroyum Vestur
Vikuskiftið 9. - 10. september skipa kommunurnar í Vágum í samstarvi við Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið fyri Ung í Føroyum stevnu í Sørvágs skúla.
Ung í Føroyum er ein lista- og mentanarstevna fyri ung frá 13 til og við 18 ár. Umframt at geva luttakarunum høvi at sýna fram egin listaverk myndlist, palllist o.s.fr. - verður arbeitt í ymiskum verksmiðum leiddar av yrkislistafólki. Stevnan hevur til endamáls at varpa ljós á ungdómsmentan og at skapa umstøður til tey ungu at sýna fram og menna listarliga virksemið, sum tey hava áhuga fyri.
Stevnan varð hildin á fyrsta sinni í Norðurlandahúsinum í 2001 og hevur síðani verið hildin í 2003 og 2004. Hon hevur fingið sera góða undirtøku øll árini, umleið 60 ung eru sloppin við hvørt ár.
Í ár varð á fyrsta sinni skipað fyri Ung í Føroyum uttan fyri høvuðsstaðarøkið. 18. 19. mars vóru 40 ung úr øllum landinum á stevnu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
9. 10. september verður so Ung í Føroyum Vestur í skúlanum í Sørvági.
Tiltakið byrjar fríggjadagin við innahýsis framførslum og framsýningum, har tey ungu vísa eitthvørt listarligt avrik, tey hava við sær.
Leygardagin arbeiða tey ungu í listaverksmiðjum í Sørvágs skúla. Í Ung í Føroyum Vestur verða verksmiðjurnar “Sjónleikur” við Mikkjali Helmsdal, “Orð og mynd bókin sum listaverk” við íslendska rithøvundanum og myndprýðaranum Áslaug Jónsdóttir, “Tónleikur uttan streym” við Sámali Ravnsfjall og Katrini Jørgensen og “Dansur” við Jónu Thomsen.
Ungdómar, sum hava tikið lut á Ung í Føroyum stevnum, eru nú vorðin partur av fyriskipanarbólkinum.
Leygarkvøldið frá kl. 18:00 til 19:00 verða verksmiðjurnar opnar. Tá hava øll áhugað høvi til at síggja, hvørjum tey ungu arbeiða við og hvussu. Listaframsýningin, sum ungdómurin hevur við sær, verður opin fyri almenninginum í eina viku eftir stevnuna.
Projektleiðarar eru Hedvig Westerlund-Kapnas og Rakel Helmsdal.
29. mai 2005
Tekningarfreistin er 30. juni!!
Soljóðani bræv fer í morgin gjøgnum Skúlaportalin út til allar skúlar í Føroyum:
Ung í Føroyum Vestur 2005 í Sørvágs skúla 9. & 10. september
Ung frá 13 til og við 18 ár, sum eru listarliga virkin, kunnu melda seg til Ung í Føroyum Vestur 2005. Ætlanin er frá nú av, at halda Ung í Føroyum í Norðurlandahúsinum makað ár (næstu ferð á várið 2006), og eindagsstevnur uttanfyri høvuðsstaðin støk ár.
Ung í Føroyum Vestur verður hildið í Sørvágs skúla fríggjakvøldið 9. september og leygardagin 10. september 2005. Fyriskiparar eru kommunurnar í Vágum í samstarvi við Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið.
Fýra verksmiðjur verða hildnar við yrkislistafólkum:
|
Sjónleikur
|
v/ Mikkjali Helmsdal
|
|
Mynd & orð bókin sum listaverk
|
v/ Áslaug Jónsdóttir
|
|
Dansur
|
v/ Jónu Thomsen
|
|
Tónleikur - uttan streym
|
v/ Sámali Ranvsfjall og Katrini Jørgensen
|
Samskiparar eru Hedvig Westerlund-Kapnas, Rakel Helmsdal og Kristianna Poulsen.
Fríggjadagin 9. september verður skipað fyri framførslum av verkum, sum luttakararnir sjálvir koma við, og ein myndlistaframsýning verður hongd upp. Tiltakið fríggjadagin er frá kl. 16 til kl. 20. Ung í Føroyum skipar IKKI fyri gisting.
Leygardagin 10. september verða verksmiðjur allan dagin, frá kl. 10 til kl. 19. Frá kl. 18 til 19 verða opnar verksmiðjur, har almenningurin sleppur at síggja arbeiðshátt og møgulig úrslit. Myndlist verður væntandi sýnd fram alla vikuna til 17. september. Høli verður kunngjørt seinni.
Tey, sum sleppa við, fáa bræv sendandi í seinasti lagi 20. august 2005. Tey, sum hava okkurt at sýna fram á palli ella sum myndlist, hava fyrimun í úrvalinum. Pláss er fyri 40 ungum. Nærri upplýsingar fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum: www.nlh.fo (trýst á Ung í Føroyum), ella á www.ungiforoyum.info.
Tú kanst tekna teg til Ung í Føroyum Vestur við at fylla út eitt tekningarskjal og senda tað til Ung í Føroyum Vestur, Postsmoga 141, 110 Tórshavn. Tekningarskjøl eru send saman við hesum brævi til skúlaleiðsluna, og kunnu eisini fáast við at senda ein teldupost til uif@nlh.fo ella at skriva eitt skjal út frá heimasíðuni www.ungiforoyum.info.
Evsta mark fyri at tekna seg er 30 juni 2005.
25. mai 2005
Verksmiðjurnar á UíF Vestur 2005
Nú eru valið av verksmiðjum endaliga avgjørt, og verksmiðjuleiðararnir settir. Í september fara ung at hava møguleika at ganga á fýra ymsum verksmiðjum. Tað verður ein sjónleikaverksmiðja við Mikkjali Helmsdal, dramaturgi og ein dansiverksmiðja við Jónu Thomsen, sum er nýútbúgvin í dansi í London. Hesaferð verður tónleikaverksmiðjan eitt sindur ørvísi, hon kallast :"Tónleikur u/ streym" og verða tað fólkatónleikarin Sámal Ravnsfjall og trompetleikarin Katrin Jørgensen, sum saman fara at leiða hana. Tann fjórða verksmiðjan verður nakað heilt nýtt: Evni er mynd og orð og heiti er "Bókin sum listaverk". Tað verður íslendska Áslaug Jónsdóttir, sum leiðir hana. Áslaug er myndlistakvinna og rithøvundur og hevur nýliga fingið íslendska myndlistavirðislønina "Dimmalim" fyri myndir sínar til bókina "Nei, segði lítla skrímsl".
Skjótt fara nærri upplýsingar um verksmiðjurnar at vera at lesa inn á síðuni "Verksmiðjur".
18. mai 2005
UíF Vestur verður 9. og 10. september í Sørvágs Skúla
Nú er endaliga avgjørt at Vestur-stevnan verður hildin í Sørvágs Skúla í september. Tað er Felagskommunan á Vágoynni sum stendur sum endaligur fyriskipari. Les meira
18. apríl 2005
Ung í Føroyum Vestur
Arbeitt verður í løtuni við at skipa fyri eini Ung í Føroyum Vestur 2005-stevnu í Vágunum. Tíðindi um hetta verða skjótt at frætta, so hyggi inn aftur á síðuna skjótt :)
|
|
18. februar 2005
Stevnutíðindi:
Framførslurnar á innanhýsissýningini, John S. Jacobsen skrivar.
Framsýningin í Ribarhúsi.
18. februar 2005
Mentamálaráðharrin góð tíðindi til tey ungu
Tá mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, fríggjakvøldið setti stevnuna Ung Føroyum Eystur boðaði hann eini eldhugaði áhoyrarafjøld frá, at komandi ár fer stóra norðurlendska ungdómsmentanarstevnan UNG i NORDEN at vera í Føroyum.
Føroyskir ungdómar hava í luttikið á hesum stevnum tey seinastu árini, og tey hava síðani Ung í Føroyum varð sett á stovn, verði vald út herfrá til at taka lut.
Upprunaliga er Ung í Føroyum eisini bygt út frá somu norðurlendsku fyrimynd sum Ung i Norden.
17. februar 2005
Opnar verksmiðjur
Leygardagin millum kl. 18 og 19 verður høvi hjá almeninginum at vitja í Mentanarhúsinum, meðan tey ungu leggja seinastu hond á í listaverksmiðjunum. Har fer at bera til at eygleiða, hvussu arbeiði fer fram á eini listaverksmiðju, Møguliga fara smærri framførslur at vera, men fer leygardagurin at vísa.
Øll eru vælkomin!
16. februar 2005
Mentamálaráðharrin verndari
Eins og undafarin ár er tað mentamálaráðharrin, sum er verndari fyri Ungum í Føroyum. Fríggjakvøldið 18. februar, tá stevnan byrjar við ellivu innanhýsis pallsýningum og listaframsýning, kemur Jógvan á Lakjuni at seta stevnuna.
15. februar 2005
Fleiri kommunir við
Nú er greitt, at ikki minni enn tríggjar kommunur í UíF-Eystur-økinum vilja samstarva við Fuglafjarðar Kommunu um Ung í Føroyum. Fyrst boðaði Leirvíkar kommuna frá luttøku, síðani Klaksvík og Runavík. Ætlanin er, at Eystur-stevnan skal ferðast runt í øllum økinum, t.e. Eysturoynni og Norðuroyggum, og verða hildin í teimum størru kommununum uppá skift.
22. januar 2005
Listalærarar sleppa at eygleiða
Á stevnuni hesuferð verður høvi hjá vaksnum, sum fáast við frálæru í teimum ymsu listagreinunum í skúlum, kvøldskúlum og feløgumum, at tekna seg sum eygleiðara til verksmiðjurnar á Ungum í Føroyum.
Tann 19. februar kl. 12 heldur Hedvig Westerlund-Kapnas, eini av projektleikarnum fyri UíF, fyrilestur í Ribarhúsi um konseptið Ung í Føroyum við serligum atliti til tað námsfrøðiliga og fyriskipanarliga grundarlagið. Aftaná verður kjak.
Síðani verður høvi "vera flugur á vegginum" eina løtu, meðan tey ungu arbeiða í listaverksmiðjunum saman við verksmiðjuleiðara sínum, - øll yrkislistafólk burturav.
Øll eru vælkomin til fyrilesturin og kjakið, meðan tey, sum hava hug at vera eygleiðarar, skulu tekna seg í seinasta lagið tann 11. februar. (sí "Hentar upplýsingar") Luttøkan er ókeypis.
Millum kl. 18 og 19 verða opnar verksmiðjur, har almeningurin kann eygleiða, hvussu seinasta hond verður løgd á arbeiði í verksmiðjunum. Øll eru vælkomin hendan tíman.
21. januar 2005
62 tilmeldingar uppá 10 dagar
Freisin at tekna seg til Ung í Føroyum Eystur var úti í 15. januar. Hetta var ein sera stutt freist, tí nógv ung fingu ikki brævið, fyrr enn fleiri dagar vóru farnir av nýggja árinum.
'Men henda stutta freistin hevur ikki stygt tey ungu burtur. Tey hava gjørt skjótt av, og ikki minni enn 62 ung hava sent inn tilmeldingarskjal.
Hesi verða nú viðgjørd, og í komandi viku fáa øll tilmeldaði svar uppá, um tey eru sloppin inn hesa ferð og hvørja verksmiðju, tey skulu arbeiða í.
40 sleppa inn, uml. 10 á hvørja verksmiðju.
Tey sum ikki eru sloppin við hesa ferð, kunnu royna seg aftur í heyst, tá arbeitt verður við tveimum øðrum eindagsstevnum, nevniliga Ung í Føroyum Vestur og Ung í Føroyum Suður.
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|